Næstan dupult

Ikki færri enn fýra dystir í bestu kvinnudeildini verða á skránni um vikuskiftið

Flogbóltur-kvinnur

Tað er av álvara komin ferð á flogbóltin. Talan er kanska bert um næsta umfarið í landskappingini, sum verður hetta vikuskiftið, men dystirnir eru í øllum førum nógvir í tali.

Teir báðir fyrstu av hesum verða leiktir leygardagin, og er tað her serliga dysturin á Kambsdali millum ÍF og Mjølnir, sum tykist spenanndi á pappírinum.
ÍF vann í fyrsta umfarinum á verandi meistarunum úr TB, og tí hava tær í løtuni eina grundaða vón um eina endastøðu hampuliga ovarlaga á stigatalvuni. Tað er tó lítið at ivast í, at skalt tú meta um styrkina í føroyskum kvinnuflogbólti, so má ein dystur móti Mjølni til, og tað er júst hetta, sum ÍF sleppur at royna um vikuskiftið.
Í Trongisvágitekur TB leygardagin móti Fleyr. Eftir tapið í fyrsta umfarinum er einki at ivast í, at tvørákvinnurnar nú vllja reisa seg, og tað kann best gerast við einum sigri á Fleyr, sum í fyrsta umfarinum mátti lúta fyri Drátti.

Lítil hvíld
TB kvinnurnar fáa lítla og onga hvíld eftir dystin leygardagin. Beint eftir døgurða sunnudagin skulu tær nevnliga aftur standa til reiðar, tá tær skulu leika dyst í Klaksvík, har Mjølnir tekur ímóti. Her veðrur talan um dyst millum tey bæði sterkastu liðini í undanfarna kappingarári, og tí verður helst spennandi at síggja, hvussu leikur fer hesaferð.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum verður á Giljanesi, har Dráttur tekur ímóti uppflytarunum úr KÍF. Sum nevnt seinast, so er hetta fyrsta ferðin, at KÍF roynir seg í meistaradeildini, og tí hevur tað helst nógv at siga hjá teimum, at tær nú gera sær royndir av at spæla í bestu deildini. Sjálvandi er vónin eisini, at stig fáast til høldar, men tað verður í øllum førum trupult at vinna sær hesi á Giljanesi.