Næstan 900 næmingar í Fuglafjarðar kommunu

Nú skúlarnir byrjaðu aftur eftir summarfrítíðina, eru næstan 900 næmingar í teimum trimum skúlunum, sum eru í Fuglafjarðar kommunu, og har starvast 100 lærarar.

Á heimasíðuni skrivar kommunan, at í Fuglafjarðar skúla ganga 309 børn í 16 flokkum frá 1. til 10. flokk, og har arbeiða 28 lærarar og seks stuðlar.

Á Handilsskúlanum á Kambsdali eru umleið 300 næmingar. 265 teirra eru knýttir at dagskúlanum, sum umfatar FHS- og HH-útbúgvingarnar, og umleið 35 næmingar eru knýttir at merkonom- og akademilærugreinum. Lærararnir eru um 30 í tali.

Á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali eru 231 studentar og 46 HF’arar, og umleið 40 lærarar eru knýttir at skúlanum, skrivar Fuglafjarðar kommuna á heimasíðuni. Kommunan leggur afturat, at øll, næmingar og lærarar, seta ein serligan jaligan og hugaligan dám á lokalsamfelagið.