Tað eru næstan 100 bygningar hjá Landsstýrinum, sum ikki lúka krøvini um at vera atkomuligir hjá fólki við rørslutarni.
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Tað er Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur spurt hann, hvussu støðan er.
– Góð atkomuviðurskifti hava avgerandi týdning fyri lívsgóðskuna hjá borgarum okkara, sum hava rørslutarn, sigur hann.
Hann vísir á, at Landið eigur 185 bygningar, sum tilsamans eru 240.000 fermetrar til støddar og á fíggjarlógini fyri í ár eru 21 milliónir settar av til at umvæla, viðlíkahalda og bjálva landsins bygningar.
Jørgen Niclasen ásannar, at tað eru leiri almennir bygningar, sum ikki lúka ikki krøv um nøktandi atkomuviðurskifti.
Landsverk sigur tey hugsa altíð fyrst og fremst um at bygningar skulu lúka tey krøvini, sum lógin ásetur. Men lógarkrøv eru so mangt, tí tað er alt frá atkomuviðurskiftum, brunaviðurskifti og krøv frá Arbeiðseftirlitinum um innluft og annað.
– Játtanin til viðlíkahald er avmarkað, og tí er ringt at fáa alt gjørt, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at í hvørjum ítøkiligum føri verður mett um, hvussu játtanin skal nýtast, men í høvuðsheitum verður játtanin nýtt til viðlíkahald, soleiðis at umstøðurnar hjá brúkarum og starvfólkum skulu vera nøktandi.
Jørgen Niclasen sigur frá Landsverk at 40 bygningar hava góð atkomuviðurskifti. Men so eru 10 bygningar, har atkomuviðurskiftini ikki eru nøktandi, men sum krevja minni ábøtur fyri at fáa tað í rættlag.
Hinvegin eru tað heili 89 bygningar, sum hava so vánaligar umstøður fyri fólk við rørslutarni, at teir krevja størri ábøtur.
Jørgen Niclasen ásannar, at tað verður neyðugt at leggja størri dent á atkomuviðurskiftini og tí fer hann nú at taka málið upp við landsverk fyri at vita, hvussu hesi viðurskifti kunnu fáast í rættlag hesi næstu árini.