Næsta vika verður útvika

Eins og í fjør fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri einari viku í mai, har fólk fara at seta bilin og ganga - meira og títtari.

Útivikan 2009 fekk sera stóra undirtøku. Arbeiðspláss, stovnar, kommunur, miðlar, ja, stórt sæð øll tóku undir við henni og gjørdu nógv burturúr.

- Útivikan byrjar mánadag 24. mai. Týsdagur 25. mai er fyrsti summardagur, so passandi kunnu vit siga, at summarið byrjar við Útivikuni, sigur Fólkaheilsuráðið, sum skipar fyri útivikuni.

- Øll kenna fyrimunirnar av at seta bilin og at ganga og harvið røra seg. Betri heilsa, betri lag og fyri fyritøkur: glaðari starvsfólk og færri sjúkradagar. Hetta er ein liður í at gera tað lættari hjá fólki at velja bilin frá. Um onnur gera tað, so kunnu vit eisini. Tað, at øll seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið ? og ganga, sigur Fólkaheilsuráðið.

Ætlandi skulu ØLL vera við í hesum tiltaki: Tey, ið hava stutt til arbeiðis, tey, ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga, sigur Fólkaheilsuráðið, sum við hesum eggjar øllum til at seta bilin.