Næsta ár verða ongir pengar játtaðir til Suðuroyartunnilin

– Men í 2021 skuldi tað verið ein møguleiki, sigur Jørgen Niclasen

Tað verður eingir pengar settir av á fíggjarlógini fyri næsta ár til Suðuroyartunnilin. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, við KvF.

Hann sigur, at íløgukarmurin næsta ár, er sprongdur, og ti verður tað trupult. Men hann vónar kortini, at fáa játtan til at stovna eitt partafelag, sum skal fyrireika tunnilin og standa fyri at gera hann.

Annars vóru tinglimir fyri samgonguna greiðir á málinum, tá ið Løgtingið herfyri viðgjørdi málið um at byggja nýggj skip til Strandferðsluna. Les meiri um tað her: Undirsjóvartunnil til Suðuroyar skal projekterast næsta ár

Hinvegin sigur hann við KvF, at í 2021 eru fleiri stórar verkætlanir lidnar, og tá heldur hann, at rúm átti at verið fyri at sett pening av til fyrireikingarnar.

Hann heldur, at alt Løgtingið tekur undir við tunlinum, so tað er ikk ein spurningur um hann verður gjørdur, bara nær hann verður gjørdur.

Annars sendu allir borgarstjórarnir í Suðuroy, bæði Løgtingi og landsstýri eina yvirlýsing, har teir heittu á tey um seta pening av til tunnilin.

Les meiri um tað her: Suðuroyingar vilja hava somu sømdir sum øll onnur 

Á almennum fundi í Suðuroy týskvøldið, var annars eingin ivi um, hvat suðuroyingar sálvir vlja. Les meiri um tað her: Skulu seta 14 milliónir av til at fyrireika tunnil til Suðuroyar