Nú skulu vit taka eina avgerandi støðu

–Skulu allir føroyingar ráða í Føroyum, ella bara summir?

Í hesum ári skal alt Føroya fólk fremja eitt avgerandi val. Tað staðfesti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, á flokstinginum hjá flokkinum í Hovi í morgun.

Hann sigur, at valið stendur ímillum at fáa eitt sjálvstøðugt land, ella um vit vilja aftur á gomlu kósina, har hvør bert skal sæta sær sum best.

– Valið er, um tilfeingið í havinum, og ríkidømið av tí, er skal verða okkara, ella um vit vilja lata tað aftur í hendurnar á nøkrum fáum. 

– Valið er, um virðini í samfelagnum skulu býtast javnt, og vit øll, bæði fólk og vinna, lata til felagskassan, ella um vit vilja hava meira í egnan lumma, og so má hvør hjálpa sær sjálvum, tá ið tíðirnar versna, ella tá ið tørvur er á hjálp ella stuðli frá samfelagnum. 

Hann vísir á, at hendan samgongan hevur bygt súlurnar upp undir teimum frælsu Føroyum fyri øll, og fyri at tryggja búskapin nú og framyvir. 

Og tað er gjørt fyri at fremja nýskipanir, vinnuliga, sosialt, á heilsuøkinum og í pensjónum, og við at tryggja øllum í landinum betri rættindi, og javnrættindi. Samstundis er hall á fíggjarlógini vent til avlop, samstundis sum at vit hava fíggjað øll politisk stig, sjálvi.

– Vit hava lagt allar hornasteinarnar fyri at tryggja, at føroyski búskapurin er mentur og førur fyri at standa á egnum beinum. 

– Fyri 25 árum síðani varð danski blokkstuðulin 25 prosent av føroyska búskapinum. Í dag er hann 3 prosent av tí, sum vit framleiða, tí vit skapa sjálvi 97 prosent av øllum. Og okkara egnu inntøkur til landskassan eru vaksin meira enn blokkstuðulin hesi seinastu fýra árini

 – Vit hava ongantíð verið nærri okkara máli og eru væl og virðiliga til reiðar at taka tey seinastu tøkini til at stovnseta føroyska tjóðveldið, við somu rættindum og skyldum hjá øllum í landinum, og har einki útlendskt vald eigur rætt til vald og ognir í landinum - og har ongin einstaklingur ella serstøk stætt hevur framíhjárætt til vald landsins og ognir. 

– Ella sagt á annan hátt: Í Føroyum skulu føroyingar ráða – ikki bara summir føroyingar. Og vit eiga øll hetta landið – ikki bara summi.

– Og nú eru ongar forðingar eftir, tí vit kunnu fremja tey seinastu tøkini, sigur Høgni Hoydal.