– Nú skulu vit koppa KÍ

Ársins venjari - Íslendski Birnir Hauksson, Skála, er kosin ársins venjari hjá kvinnum. Nú er málið at gerast føroyameistari

Skála fekk bronsuheiðursmerki í landskappingini og tapti steypa­finaluna móti KÍ.
Birnir Hauksson er nøgdur við úrtøkuna í ár.
– Úrslitið var betri, enn eg hevði væntað. Nú fyrireika vit okkum til komandi kappingarár, og KÍ skal koppast av trónini, sigur hann.
Birnir Hauksson hevur føroyska damu, og tí er hann í Føroyum. Hann hevur áður roynt seg sum ung­dómsvenjara í Íslandi og í Danmark.
– Tað var ein spennandi av­bjóð­ing, og eg tók fegin av, tá eg var biðin at vera venjari á Skála, sigur hann.