Hervilig sjúka er farin at ganga ímillum hundar í Noregi og tí heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú á tey, sum hava hund, ið nýliga hevur verið uttanlands, um at ansa serliga væl eftir.
Hundarnir eiga at vera í bandi og teir eiga at hava sum minst av sambandi við aðrar hundar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Serliga er tað av stórum týdningi at taka skarnið upp eftir teimum.
Verða hundarnir ússaligir, fara teir at spýggja og fáa skræpuna við blóði í, skal djóralækni kanna hann.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðfestir, at tað er altíð ein ávísur vandi fyri sjúkum, tá hundar koma til Føroyar úr útlondum.
Í sambandi við innflutning av hundum, og ferðing við hundum, skal ein hundur tískil lúka ávís krøv til koppsetingar, viðgerðir og kanningar soleiðis at vandin fyri sjúkum verður avmarkað.
Tó ber ikki til at verja seg heilt fyri at hundurin dregur onkra sjúku hendavegin, sum ikki er í Føroyum frammanundan og at hann so smittar hundar í Føroyum.
Sjúkan, sum er farin at ganga ímillum hundar í Noregi, er álvarslig, og teir flestu hundarnir, sum fáa hana, doyggja av henni.
Nógv bendir á, at sjúkan kemst av onkrum, hundarnir hava etið, heldur enn smittu. Myndugleikin í Noregi hevur kortini gjørt av at mæla fólki til at hava hundarnar soleiðis, at møgulig smitta verður fyribyrgd.
Tað eru ógvuliga fáir av teimum hundum, sum koma til Føroyar, sum koma úr Noregi. Men vit vita ikki um henda sjúkan bara gongur í Noregi, ella hon eisini er í Svøríki og Danmark, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Men tað er lutfalsliga lætt at flyta hundar ímillum hesi londini og tískil mæla tey til at ansa eftir øllu hundum, sum koma uttanlands.