Fyrsta føroyska virðisbrævameklarafelagið, Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F, varð stovnað í gjár.
Á tíðindafundi fyrrapartin í gjár varð upplýst, at íslendska felagið Kaupthing HF og Føroya Sparikassi høvdu stovnað Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F við 12 milliónum krónum í partapeningi. Býtið er 51% til íslendingar og 49% til Føroya Sparikassa.
Treytin fyri at stovna felagið var, at partapeningurin var minst ein millión Evrur, ella góðar sjey milliónir danskar krónur. Roknað verður við, at felagið kemur í gongd av álvara einaferð í summar, tá øll loyvi til virksemið, ætlanin er at fara undir, eru klár.
Forstjórin í Kaupthing HF í Íslandi, Sigurður Einarsson er nevndarformaður í nýggja føroyska felagnum. Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Johnie Brøgger, frá Kaupthing í Luxembourg, Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa og Jógvan Páll Lassen, advokatur. Stjóri í nýggja føroyska felagnum er Peter Holm, sum eisini var stjóri í Kaupthing í Føroyum, áðrenn Føroya Sparikassi kom uppí.
Nevndarformaðurin í Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F, Sigurður Einarsson, forstjóri í Kaupthing HF, sigur, at ein grund til, at teir júst valdu at fara í samstarv við Føroya Sparikassa er, at Føroya Sparikassi longu frammanundan hevur eitt rættiliga gott kundanet í Føroyum.
Føroya Sparikassi hevur samband við at kalla hvørt mansbarn í landinum so ella so. Soleiðis skuldi tað eisini hin vegin verið lættari hjá føroyingum at fingið samband við Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F, sigur hann.
Kaupthing HF hevur ikki havt samráðingar við aðrar møguligar samstarvsfelagar í Føroyum enn Føroya Sparikassa, sigur Sigurður Einarsson.
Tað er við í avtaluni millum Føroya Sparikassa og Kaupthing HF, at Føroya Sparikassi skal hava møguleika at keypa seg inn í íslendska felagið, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa. Og hóast tað ikki er nøkur treyt, liggur tað líkasum í kortunum, at Sparikassin eisini fer at gera tað, sigur hann.
Hjá íslendska felagnum starvast 180 fólk í Íslandi, meðan tað á deildunum uttanlands, til dømis í Luxembourg, Svøríki og USA starvast onnur 30 fólk. Hjá Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F fara trý fólk at arbeiða at byrja við. Men gongur, sum teir vóna og vænta, fer starvsfólkatalið at økjast nakað skjótt. Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F fer at halda til í umsitingarbygninginum hjá Føroya Sparikassa við Tinghúsvegin. Kaupthing hevur leigað bygningin, nú Føroya Sparikassi flytir yvir til Strond í gamla Fiskasølubygningin.
Síðan Kaupthing byrjaði virksemið í Føroyum 1. mars í ár, er undirtøkan støðugt vaksin, sigur Peter Holm, stjóri í Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F. Í dag umsitir felagið eina milliard krónur fyri ymsar kundar. Men sum vera man ætlar stjórin at økja virksemið og fáa fleiri kundar. Og fyrsta stigið tann vegin er nýggja felagið, sum nú er stovnað.
Í hesum sambandi varð nevnt á tíðindafundinum - uttan at tað kortini varð váttað - at mett verður, at einar fimm-seks milliardir føroyskar krónur eru úti á fremmandum peningamarknaðum til arbeiðis. Og tann partin vil leiðslan í Kaupthing Føroya Virðisbrævameklarafelag P/F fegin fáa heim í teirra felag at arbeiða við.
At tað júst vóru Føroya Sparikassi og Kaupthing HF, sum fóru í samstarv, er einki ónatúrligt í, sigur stjórin í Føroya Sparikassa. Kaupthing HF er fyritøka, sum íslendskir sparikassar eiga.
Eitt virðisbrævameklarafelag - á donskum børsmæglerselskab - er felag, sum stutt og greitt skal fáa pengarnar hjá fólki og fyritøkum at arbeiða og kasta aðrar pengar av sær, sigur Peter Holm, stjóri í Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F.
Nýggja felagið fer at ráðgeva privatfólki og feløgum um handil við virðisbrøvum, sigur Peter Holm.
Sum dømi nevnir hann, at Kaupting Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F fer at selja íløgufeløg, har fólk kunnu seta pening í, sum so víðari verður settur í onnur feløg. Sum til dømis við at keypa partabrøv á altjóða partabrævamarknaðinum.
Tað er soleiðis, at tú sum privatpersónur kanska ikki hevur tær heilt stóru nøgdirnar at handla við, men tá fleiri taka seg saman í eitt felag, kann hetta felagið spjaða íløguna víðari, og íleggjarin fær so vinning aftur eftir egnum innskoti. Soleiðis ber eisini til at sleppa undan, at allur peningurin verður lagdur á einum stað, men spjaddur á ymsar marknaðir. Av tí sama minkar tapsvandin eisini beinanvegin, sigur Peter Holm.
Og tað verður lætt hjá føroyingum at fara á partabrævamarknaðin í Tokyo ella Frankfurt. Í deildini við Norðskála fer at bera til at seta pening í eitt íløgufelag hjá Kaupthing Føroya Virðisbrævameklarafelag P/F, sum so aftur brúkar pengarnar hjá tær at keypa partabrøv í einumhvørjum týskum banka ella japanskari bilverksmiðju.
Gongdin aðrastaðni hevur verið seinnu nógvu árini, at gingið er frá at hava peningin standandi á bók, men ístaðin at seta hann í partabrøv, sum arbeiða á marknaðinum og vinna pening innaftur. Og tað er hesa gongdina, Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F fer at royna at fáa føroyingar inní.










