Eingin eigur at ivast í tí, og tølini undirstrika veruleikan. Gongdin hjá HB hevur verið framúr, síðani Albert Ellefsen gjørdist venjari. Seks tær seinastu ferðirnar eru meistararnir farnir av vøllinum við fullari úrtøku, og samlaði málmunurin hesar ferðirnar hevur verið 22-6! Tað boðar frá, at verjan hevur verið stinn, og tað boðar serliga frá, at HB álopsmaskinan koyrir við fullari ferð. Ikki minst síðani Andrew av Fløtum kom aftur í barndómsfelagið hevur tað gingið sum eftir ánni.
27. juni tapti HB 2-0 ímóti B36. Tá var dómurin, at FM møguleikin var heilt burtur. Nú er HB seks stig aftanfyri B36 og NSÍ, og tað er nú, at evnaríku og spæliglaðu meistararnir rættuliga skulu standa sína roynd.
Sunnudagin kemur EB/Streymur í Gundadal. Og um eina viku skal HB til Runavíkar. Um tað eisini eftir hesar báðar uppgerðirnar verður full úrtøka síðani síðst í juni, so er góður møguleiki fyri, at tað kann verða heilt spennandi, tá ið HB og B36 í síðsta umfari bresta saman aftur.
Í HB duga teir væl at takla støðuna, sum teir eru komnir í:
- Eingin orsøk er at rokna við, at bæði B36 og NSÍ í fimm teimum seinastu umførunum skulu tveita seks stig burtur, tá ið tey leingi hava verið so støðug, sum talvan vísir, at tey hava verið.
Hetta er staðfestingin í HB, og harvið royna teir at flyta fokus frá tí veruleikanum, at HB nógvar tær seinastu vikurnar hevur gjørt sítt til at endurtaka framúr bragdið, sum teir framdu um hesa tíðina í fjør.
Ímóti VB/Sumba var hugburðurin góður fyrstu løtuna, men so gav líkasælan seg til kennar. Í HB eru teir fullgreiðir yvir, at hugburðurin, sum teir vístu síðsta tíman ímóti VB/Sumba, ikki fer at ganga ímóti EB/Streymi.
Góð minni
Í EB/Streymi ásanna teir, at tepra men ógvuliga avgerandi tapið á heimavølli ímóti NSÍ ber við sær, at tað heldur ikki verður í ár, at felagsliðið fer at vinna FM heitið.
- Men vit spæla fyri at vinna heiðursmerki, og vit spæla fyri at vinna so fín heiðursmerki, sum tað ber til, siga teir í Sundalagnum.
Hvussu hugburðurin verður eftir stóra vónbrotið ímóti NSÍ, og eftir at teir hava mist Hans Paula Samuelsen og kanska skulu spæla uttan Sorin Anghel, fæst at síggja í Gundadali.
Eingin kann taka Løgmanssteypið og atgongumerkini til UEFA Cup næsta summar frá EB/Streymi.
- Vit kunnu endurtaka sigurin í steypafinaluni, men tað krevur nógv arbeiði, og at vit enn eina ferð hava marginalirnar við okkum, verður sagt í EB/Streymi.
Í HB minnast teir væl aftur á steypafinaluna, sum man vera størsta vónbrotið higartil í hesum kappingarárinum. Um tað nú sunnudagin og um eina viku fer at eydnast at lyfta seg uppaftur nærri toppinum og harvið at varðveita møguleikan at endurvinna FM heitið. Tað er nú, at HB skal standa sína roynd!