Nú skulu fleiri standa sína roynd

Næsta vikan fer at vísa, um eitt nú Skála og HB í fyrstu atløgu skulu kappast millum tey fremstu, og hvat árin tað fer at hava á EB/Streym, at teir sunnudagin taptu fyri fyrstu ferð í ár

Formula-deildin, 5. umfar

Meistararnir úr B36 vunnu seg leygardagin upp á fremsta plássið. Í fyrstu atløgu læntu teir plássið inntil sunnudagin, tá ið oddaliðið úr EB/Streymi spældi í Runavík og við sigri hevði møguleika at lyfta seg fram aftur á fremsta plássið.
Tað eydnaðist ikki EB/Streymi at fáa úrtøku í Runavík. Harvið er B36 oddalið. Har hava teir í árstalsfelagnum fyri tað mesta hildið til tey seinnu árini. Tá ið teir ikki hava verið nummar eitt, so hava teir verið næstovastir.
At HB bara hevur vunnið í tveimum at fyrstu fimm royndunum er ikki, sum tað plagar at vera. HB arbeiðir við at spæla nýtt lið saman. Evnini eru eyðsýnd, og tað er í stríði um stigini, at tey skulu mennast. Hetta er tann prosessin, sum teir í HB nú eru í holtur við. Úrtøkan á Skála hevur ikki verið nakað at reypa av hjá HB tey seinastu árini. Hesa ferð var um reppið, at teir einki fingu. Teir megnaðu eitt stig móti høkjuliði hjá Skála.
Hvussu HB er fyri, og hvønn leiklut teir skulu spæla í kappingini fer ikki minst grannauppgerðin mikukvøldið at gera av. Um HB fer at fáa fult móti B36, so verða teir stutt frá toppinum. Um B36 fer at fáa fult, so verður munurin millum tey bæði havnarfeløgini níggju stig, og tá fer leiðin hjá HB at kennast tung. Men enn eru tað 66 stig at kappast um.
Saman við B36 er KÍ einasta liðið, sum higartil ikki er farið av vøllinum við ongum. Hesa ferð var talan um - á pappírinum í hvussu so er - minstu avbjóðingina higartil. Tunnilsáskoðararnir sóu saman við teimum trúføstu har norðuri KÍ fyri fyrstu ferð í ár fáa fulla úrtøku á heimavølli. Tað verður ókeypis at koyra gjøgnum undirsjóartunnilin næsta sunnudag, og tað er einki at ivast í, at streymurin av klaksvíkingum og norðoyingum fer at vera stórur út á Svangaskarð sunnudagin.
Tað er nú, at EB/Streymur skal standa sína roynd. Eftir fýra tey fyrstu umførini høvdu teir fulla úrtøku. Í Runavík royndist ikki væl. Hóast EB/Streymur var yvirmannað í meiri enn ein tíma, so var hugflogið ikki til upplagdar málmøguleikar, og tað var einki serligt, at Sorin Anghel noyddist at taka seg aftur við koyktum fóti.
Sunnudagin fer EB/Streymur at fáa vitjan av Skála. Talan verður um rættuliga lyklauppgerð. Ikki minst fyri Skála, sum tíðliga í kappingini er illa plágað av skaðum og harvið longu nú hevur brúk fyri breiðum beinki. Hetta er heilt øðrvísi, enn tað var í fjør, tá ið teir fram til summarsteðgin hvørja ferð spældu við so at siga sama liðnum.
NSÍ hevði ryggin móti múrinum, og tap á heimavølli hevði luktað av katastrofu. NSÍ fekk fult móti EB/Streymi, spælararnir vístu góðan hugburð, og tað kennist ivaleyst sum eyka moralskt lyft, at tað eydnaðist at halda tætt, hóast teir leingi spældu tíggju móti ellivu. Longu sunnudagin er aftur stór avbjóðing á skránni í Gøtu.
GÍ hevur higartil staðið seg ógvuliga væl. Móti ÍF var avrikið einki at reypa av, men tað gekk, sum tað plagar, tá ið ÍF vitjar í Gøtu. Hetta var triði heimadysturin hjá GÍ, og hetta var triðja ferðin, at gøtumenn skoraðu trý mál á heimavølli.
Hjá uppflytarunum plagar tað at vera tungt. Hjá B68 hevur tað hilnast hampuliga væl, men kortini er B68 á áttanda plássinum. Teir hava tapt tvær ferðir við einum máli á útivølli móti teimum, sum eru ovast á stigatalvuni. Á Eiði kendu teir í B68 seg hava verið tætt at eina stignum, og teir søgdu seg hava somu kensluna í Gundadali. Marginalirnir eru sjáldan í parti við uppflytarum.
ÍF og VB/Sumba eru illa sperd. Manningarliga støðan hjá ÍF er sera vánalig orsaka av skaðum. Í fjør fekk ÍF tveir framrættaðar útlendingar henda vegin. Báðir høvdu eyðsýnd evni. B36 metti Sylla vera so mikið skilagóðan, at teir gjørdu sáttmála við hann. Sylla skoraði í fyrstu royndini móti ÍF. GÍ skrivaði sáttmála við Gunnar Nielsen, sum spældi lítið fyri lønina í Fuglafirði, tí hann var so nógv skaddur. Hann skoraði í fyrstu royndini fyri GÍ móti ÍF, og fuglfirðingurin í GÍ, Áslakur R. Petersen, gjørdi annað av hinum GÍ málunum!
Hóast tað aftur hesa ferð endaði við tapi, so siga teir í VB/Sumba, at tað gongur rætta vegin. Næstu ferð skulu teir spæla í Fuglafirði, og tá fer í hvussu so er annað av liðunum, sum eftir fimm tey fyrstu umførini eru stigaleys, at koma á talvuna.