Kappingin at finna føroyameistararnar í amboðsfimleiki verður í fýra aldursbólkum, herundir pinkur/dreingir, smágentur/smádreingir, kvinnuunglingar/mansunglingar og kvinnur/menn
Kappingarnar verða skipaðar soleiðis, at eldru bólkarnir kappast í Høllini í Runavík tann 18. apríl 2009, klokkan 14 og teir yngru bólkarnir í Høllini á Hálsi í Tórshavn tann 23. mai, eisini klokkan 14.
Harafturat gevur FM kappingin íðkarum møguleika fyri at kvalifisera seg til amboðsfinalur dagin eftir FM kappingina. Seks teir bestu íðkararnir fyri amboð kvalifisera seg til amboðsfinalurnar. Amboðsfinalurnar verða sostatt fyri eldru bólkarnar tann 19. apríl klokkan 14 og fyri yngru bólkarnar 24. mai klokkan 14.
Kvinnurnar kappast í amboðunum gólv, lop, biti og forskotin barra. Mennirnir kappast í amboðunum gólv, lop, paralell barra, ringum og beinsveiggj.
FM kappingin er tann síðsta kappingin innan landslið okkara fer á Oyggjaleikir og verður spennandi at síggja hvørjum formi okkara íðkarar eru í, sigur Føroya Fimleikasamband.










