Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum arbeiðir í løtuni við einum uppskoti, sum fer at gera tað nógv lættari at vetrarfriða bygdir og býir fyri seyð. Tað varð upplýst á ráðstevnuni í Øravík leygardagin um burðardygga menning í Suðuroy.
Á ráðstevnuni varð ført fram, at tað er ein stórur trupulleiki, at seyður gongur allastaðni.
Hesum var Rólvur Djurhuus á Búnaðarstovuni samdur í.
Og hann upplýsti, at tey á Búnaðarstovuni arbeiddu saman við landsstýrismanninum um at skipa hetta økið betri.
Hann segði, at uppskotið fer at geva kommununum nógv størri rættindi og heimildir til at vetrarfriða bygdir og býir fyri seyð.
Eftir ráðstevnuna vórðu arbeiðsbólkur settur at viðgera ymisk mál, eisini landbúnað.
Fyrsta niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, sum fekst við landbúnað, var at vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur at vetrarfriða bygdir og býir.
Men kommunustýrislimir, sum vóru í hesum arbeiðsbólkunum vórðu samdir um at leggja dent á, at vetrarfriðingin skal ikki kosta kommununum nakað.