Forsetin í Jemen, Ali Abdullah Saleh, slakar nú fyri teimum áhaldandi mótmælunum og hevur nú givið fólkinum lyfti um eina nýggja stýrisskipan og eina savningarstjórn í ár. Ein uppgáva hjá stjórnini verður at gera eina nýggja vallóg.
Í fleiri vikur hava fólk í túsundatali mótmælt stýrinum hjá Saleh, sum hevur stýrt Jemen í samfull 32 ár. Meiri enn 30 fólk hava latið lív í ófriðinum, men Saleh sigur, at hann hevur givið løgregluni og herinum boð um at steðga harðskapinum ímóti mótmælisfólkinum.
Mótmælini í Jemen vóru ein beinleiðis avleiðing av tí, sum hendi í Tunesia og Egyptalandi.
Jemen er eitt av teimum týdningarmestu samstarvslondunum hjá USA í bardaganum ímóti yvirgangi og serstakliga felagsskapinum al-Qaeda.