Fjallstroyggjur, frakkar, vadmalskot, konufólkaskjúrt, gólvteppi, ulmdúkur og plantulitað tógv. Hetta er nakað av tí, ið sæst á framsýningini hjá Suðuroyar Ullavirki í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.
Karin Brattaberg, frá Suðuroyar Ullavirki, sigur, at allir lutirnir á framsýningini eru gjørdir úr samfingnari ull frá Suðuroyar Ullavirki. Tey eru fleiri, ið hava evnað lutirnar til. Millum annað hevur Karin Brattaberg sjálv evnað til nakrar fjallstroyggjur og frakkar. Karin er ikki heilt sør, tá ið um ræður at evna til lutir úr ull. Hon hevur í nógv ár havt kvøldskúla í veving í Vági, og eisini hevur hon fyri nøkrum árum síðani gjørt vakran messuakul úr føroyskari ull til kirkjuna Í Vági.
Tríggir lærdir sniðgevarar
Karin Brattaberg sigur, at ullavirkið hevur fingið tríggjar ungar sniðgevarar at koma við ymsikum nýggjum sniðum av klædnapløggum úr ull frá ullavirkinum. Hesir tríggir sniðgevararnir eru Anna Mortesen og Dania Danielsen, ið báðar búgva í Danmark. Triðji sniðgevarin er Guðrun Ludvig, ið býr í Havn.
Eisini hevur ein danskur vevari, ið kallast Jens Juul Jensen vovið ein ulmdúk við ikatmynstri, ið ikki er vanligt í Føroyum.
Ein annar dani, við navninum Lotte Nieslen, hevur plantulitað tógv frá Suðuroyar Ulklavirki, og sæst hetta eisini á framsýningini í Norðurlandahúsinum.
Marknaðarføra
Ætlanin við framsýningini hjá Suðuroyar Ullavirki er skapa áhuga fyri vørum, ið eru tilevnaðar úr ull frá ullavirkinu. Karin Brattaberg sigur, at ætlanin er at halda áfram at marknaðarføra hesar vørunar, og vónar hon, at farast kann undir fasta framleiðslu av klædnapløggum og øðrum, ið er tilevnað úr ull frá Suðuroyar Ullavirki.










