Nýskapan og langtíðarsjónarmið í føroyskum vinnulívi

Stovnanin av Atlants Kolvetni í februar 1998 var nýskapandi upp á fleiri mátar. Ein bólkur av sterkum vinnulívsfyritøkum avgjørdi at taka spurningin um oljuvinnu í egnar hendir, heldur enn at lata hann yvir til landsins myndugleikar einsamalla

Kjartan Hoydal, nevndarformaður Atlants Kolvetni



r. Hesin sami bólkur sá í oljuvinnuni ein møguleika fyri fjølbroytni í føroyskum vinnulívi og at skapa virði í einari nýggjari vinnu, sum kundi nýtast til at menna føroyskt vinnulív yvirhøvur. Ì hesum tiltaki lá eisini ein vilji til finna fram til samstarv við útlendsk feløg, stór altjóða feløg við royndum í oljuvinnuni. Peningurin til virksemið hjá nýggja felagnum - og talan var um stórar upphæddir í føroyskum høpi - skuldi fáast við at tekna partapening í Føroyum og møguligt skuldi vera hjá einum og hvørjum føroyingi, búsitandi í Føroyum, at tekna partapening.

At taka stig í vinnulívinum uttan at bíða eftir politisku myndugleikunum, at hugsa nýskapandi fyri at skapa fjølbroytni, at finna samstarvsfelagar í útlondum og at finna nýskapandi fíggingarhættir, sum spjaða váðan, eru spurningar, sum føroyskt vinnulív yvirhøvur komandi árini má taka støðu til.


Tey fyrstu 4 árini
Tann langtíðarætlan stigtakararnir í Atlants Kolvetni hugsaðu sær eydnaðist sera væl. At nýta oljuvirksemið undir Føroyum til at skapa eina lopfjøl inn í altjóða oljuvinnu, í fyrsta umfarið bretsku, og menna Atlants Kolvetni til eitt altjóða oljufelag, sum varðført fyri at lyfta tær stóru uppgávurnar í samband við víðari menning av oljuvinnuni undir Føroyum


Eftir at hava havt samband við flestu av teimum oljufeløgunum, sum høvdu áhuga í at fara undir leiting eftir kolvetni undir Føroyum, eydnaðist tað longu í 1999 at fáa ein góða avtalu við Faroes Partnership (Amerada Hess, British Gas og Dong). Árið eftir fekk hetta samtak leitiloyvi nr. 1 í fyrsta útbjóðingarumfarinum undir Føroyum. Longu árið eftir aftur , 19. november 2001, eydnaðist tað við fyrstu boring at finna:
....at týðandi nøgdir av kolvetni vóru í føroysku undirgrundini. Rakt varð við eina uml. 170 metra tjúkka kolvetnisberandi sandsteinsflá á gott 4.000 metra dýpi.

Umráðandi var nú at finna fram til víddina í hesi sandsteinsflá, so avgerast kundi um tað loysti seg at fara undir framleiðslu.
Úrslitið frá einum brunni enskumegin árið eftir var, at funnar vóru fleiri kolvetnisberandi sandsteinsfláir, men samband tyktist ikki vera ímillum sandsteinsfláirnar í hesum brunninum og brunninum føroyskumegin. Síðani eru nýggjar seismiskar kanningar gjørdar og úrslitini av teimum vera helst klár august-september 2004.

Seinastu 3 árini
Spenningurin í Føroyum um møguleikarnir fyri einari nýggjari stórari tilfeingisvinnu hevur verið stórur og tolið hevur kanska ikki verið so stórt at bíða eftir at fáa at vita nær oljan rennur undir Føroyum. Eftir Marjun fundin 19. november 2001 hildu ivaleyst nógv at vit høvdu rakt á, og tað fór at ganga skjótari enn kanska onkur hevði væntað.

Størsta týdning fyri eina avgerð um at fara undir framleiðslu undir Føroyum hevur sjálvandi metingin av viðurskiftunum undir Føroyum, meting av møguleikum og váða, men líka stóran týdning hava viðurskifti uttanífrá. Oljuprísurin? Hvussu eru váði og møguleikar undir Føroyum sammettir við viðurskifti í øðrum pørtum av heiminum? Metingarnar eru eisini bundnar at gongdini á Atlantsmótinum yvirhøvur.

Nógvar ymiskar meiningar eru um hesar spurningar, men eitt tykjast at kalla allir serfrøðingar samdir um, at oljufeløgini hava tørv av at finna nýggjar møguleikar at hava niðurfyri fyri at kunna nøkta eftirspurningin eftir olju, sum bara veksur og veksur. Teir leitimøguleikar, sum vit vita um, og teir fundir, sum ikki enn eru farnir at framleiða, verða ikki mettir at kunna nøkta hendan tørv.

Atlants Kolvetni hevur, samstundis sum arbeitt hevur verið við Marjun fundinum, keypt seg inn í ensk loyvi, sum eru komin fram móti framleiðslu og í somu gongd fingið samstarv við 8 altjóða oljufeløg aftrat teimum trimum í Faroes Partnership.

Roynt verður alla tíðina at keypa seg inn í framleiðandi oljuloyvi, men høgi oljuprísurin í løtuniger hetta heldur torført.

Sama tíðarskeið hevur felagið arbeitt við fígging, við at tekna meira partapening, kanna møguleikar hjá íløgubankum og øðrum fyri víðari fígging og kapitali yvirhøvur. Samtyktin á aðalfundinum í juni 2004 um at normalisera felagið við at avtaka regluna um at bert føroyingar, sum búgva í Føroyum, kunnu tekna partapening ella seta pening í felagið og at heimila nevndini at tekna nýggjan kapital setir skjøtul á.

Felagið hevur síðani 1998 arbeitt við sera lítlari manning fyri at halda kostnaðarstøðið so lágt sum gjørligt inn til inntøkur frá oljuni fara at koma inn í felagið. Hetta hevur noytt felagið til at skapa eitt net av ráðgevandi feløgum og royndum serfrøðingum, sum tryggja tað neyðuga vitanargrundarlagið fyri at taka avgerðir, uttan at neyðugt hevur verið at nógv fólk í fast starv. Hetta merkir at Atlants Kolvetni við lítlari manning kann sita við borðið saman við stórum oljufeløgum við stórum tali av starvsfólki.



Hvar eru vit nú viðvíkjandi oljuvinnu á føroyskum øki?

Eg havi loyvt mær at føroyska tað samanfating leiðarin á Oljufyrisitingini, Sigurð í Jákupsstovu, hevði á oljuráðstevnuni í mai í ár:

Um vit byrja við jarðfrøðini í økinum er breið semja um at vit hava oljugoymslur, stórar nøgdir av sandi eru funnar, ymiskar í dygd og við ymiskum uppruna.

Nýggj sløg av leitimyndlum eru skotin upp.

Fara vit víðari til møguleikarnir undir basaltinum so hevur tað verið ein søgn leingi, at tað ikki ber til at kortleggja botnsig, sediment, undir basaltinum. Eg haldi tað ikki vera ov nógv sagt at kanningar seinastu árini og úrslit løgd fram á stevnuni vísa at tað ber til at kortleggja undir basaltinum. Tað er ein avbjóðing, men myndin klárnar.

Viðvíkjandi kolvetnisskipanum legði eg til merkis, at luttakararnir á stevnuni tóktust vera á einum máli um, at virkin kolvetnisskipan er at finna á føroyskum øki. Kelda, "køkur" og flyting virka.

Seinast er tað av týdningi, at kanningar eru lagdar fram sum meta um leitimøguleikar, sum - sjálvt varisliga mettar - eru týðandi.

Hetta sigur mær, at vit hava allar partar sum tørvur er á í einum úrslitagóðum kolvetnisøki. Vit hava keldugrót, sum framleiðir olju og gass, flyting fer fram, oljugoymslur eru at finna og vit havi fleiri møguleikar fyri fellum.

Sjálvandi eru váðar, men støðan kann samanfatast við orðunum hjá einum leitingar jarðfrøðingi, sum vitjaði jarðfrøðisavnið: Vit vita, at stórar nøgdir av kolvetni eru til og skapast í hesum økinum, so talan er um at finna felluna og bora hana.

Niðurstøða
Hvussu skjótt menningin fer fram undir Føroyum ávirkar ikki beinleiðis ætlanirnar hjá Atlantic Petroleum at menna felagið til eitt fullbúgvið føroyskt oljufelag tí felagið
eisini útvegar sær loyvir á bretskum øki.

Hesi loyvini eru neyðug fyri at Atlants Kolvetni kann mennast og spjaða tann váðan, sum altíð er í oljuvinnuni. Vit satsa ikki alt upp á eitt loyvi, vit spjaða váðan við vera fleiri staðni. Nýggju ognirnar eru ætlaðar at verða grundarlagið undir einum sterkum føroyskum oljufelag, sum javnvigar ímillum leitiøki, øki undir útbygging og framleiðandi øki.