Steinbjørn Hardlei
Stjóri í spf. Hugin
Virkisráðgeving
Nýskapan hevur seinastu tíðina verið nógv frammi í Føroyum. Í alsamt vaksandi altjóðagerðini herðast krøvini til føroyska vinnulívið og samfelagið sum heild, fyri at vit kunnu standa okkum í kappingini og skapa neyðuga búskaparvøksturin, sum skal geva okkum tey livikorini, ið vit ynskja í hesum landi.
Í høvuðsheitum hava vit 3 grundleggjani sløg av nýskapan:
- 1) Gransking við stórum G, t.d. finna heilt nýggj produkt, t.d. heilivágur móti HIV smittuni, ella okkurt tílíkt.
- 2) Lágprísgrunda nýskapan t.v.s. nýskapan, ið tryggjar einari fyritøku ein lágprís fyrimun mótvegis kappingarneytunum.
- 3) Kunda- og brúkarabasera nýskapan, t.v.s. nýskapan, ið er grundað á eina holla vitan um núverandi og komandi tørvin hjá kundum og brúkarum. At samanseta vitan og førleikar á ein nýggjan og virðisskapandi hátt. Kann bæði vera ein stigvís lítil broyting av tænastuni ella produktinum ella ein meira radikal broyting. Fokus er her eisini uppá at nýskapa arbeiðsprosessirnar, og tað verður gjørt við at hyggja inn í allar týðandi arbeiðsprosessir í virðisketuni hjá fyritøkuni.
Í ein stóran mun snýr tjakið í Føroyum seg um pkt. 1, nevnliga at vit eiga at seta fokus á gransking í Føroyum. Harumframt verða eyguni vend móti tí almenna fyri at taka initiativ, og fyri at fíggja munandi partin av granskingarkostnaðinum.
Eg vil ikki koma nógv inn á pkt. 2 tað lágprísgrundaða nýskapanina, tí eg meini ikki at vit skulu kappast um at vera lágprísframleiðari. Tó er tað væl altíð soleiðis at einhvør fyritøka vil hava eina so effektiva framleiðslu sum gjørligt. Henda nýskapanin er serliga grundað á at nýta tað tøkniligu menningina til fulnar í framleiðsluni. Tá ið vit fokusera uppá at effektivisera tað menniskjaligu arbeiðsprosessirnar so eru vit í pkt. 3 niðanfyri, og tað er serliga har at mítt fokus er.
Veruleikin er tann, at heimsins búskaparvøkstur verður í størsta mun skaptur av tí kunda - og brúkarabaseraða nýskapanina (pkt. 3) eisini nevnd tann marknaðarbaseraða nýskapanin. Umleið 80% av búskaparvøkstrinum verður skaptur við hesum slagi av nýskapan. Hetta bera raðfestingarnar, og tjakið í Føroyum í dag ikki brá av.
Hendan nýskapanin snýr seg um at byggja omaná eina tænastu ella produkt við smærri ella størri virðisskapandi broytingum. Tað snýr seg eisini um at nýskapa sínar arbeiðsprosessir bæði innanhýsis í fyritøkuni og millum fyritøkuna og sínar samstarvsfelagar. Avgerandi fyri at vera fremstur á sínum øki er at duga at broyta sínar arbeiðsprosessir, tænastur og produkt saman við tørvinum hjá kundunum.
Tað krevur eitt málrætta arbeiði við nýskapan, og skal skipast gjølla. Nýskapanin skal grundast á neyvar kanningar um marknaðin, mentan, trends, kundatørv o.s.fr. Harumframt er tørvur á sølufólki, ið hevur neyðugar førleikar at finna og menna marknaðin. Tað krevur at fyritøkur hava starvsfólk á marknaðinum, ið hava neyðugu vitanina og førleikan at síggja hesar broytingar. Hesi starvsfólk kunnu antin vera samstarvsfelagar hjá fyritøkuni ella starvsfólk, ið fyritøkan hevur keypt við at keypa feløg á hesum marknaði. Hetta seinasta er t.d. nakað, ið vit síggja íslendingar eru sera aktivir at gera í løtuni. Teir so at siga keypa sær marknaðaratgongd og -vitan, og eru tí frá fyrsta degi til reiðar at taka kappingina upp.
Men grundleggjandi snýr tað seg fyrst og fremst um at vit í Føroyum mugu skapa arbeiðsumhvørvi, ið eru nýskapandi. Tað merkir at fyritøkurnar skulu skapa eitt arbeiðsumhvørvi har rúm er fyri læring og ymiskleikanum. Tí, er tað nakrastaðni har nýskapan trívist og mennist, so er tað har mørkini og ymiskleikin møtist. Vit skulu tora at dyrka ymiskleikarnar hjá hvør øðrum, tora at møta hvør øðrum við ymiskum hugsanum og sjónarmiðum. Hava evnini, viljan og hugin at skapa rúm og møguleika á teimum einstøku arbeiðsplássunum at royna nakað nýtt. Broyta vanar og byggja upp nýggjar vanar og hugsanir um hvussu tingini skulu gerast - ikki hvussu tey skulu gerast tey næstu 20 árini - nei hvussu tey skulu gerast inntil marknaðurin og tørvurin hevur hava lagað tað soleiðis at vit aftur skulu broyta vanar. Tað handlar stutt sagt um at vit skulu skapa arbeiðspláss har starvsfólkini trívast og mennast við teimum áhaldandi broytingum sum eyðkennir tíðina í dag.
Hetta er tað grundleggjandi kravið til alt samfelagið í dag, og tí gevur tað ikki meining bert at tosa um hesar broytingar innan hesa ella hasa vinnuna ella hendan ella handan bólkin í samfelagnum.
Vit skulu skapa hetta nýskapanarumhvørvi í øllum lutum í okkara samfelag, frá ansingarstovnum, skúlum, útbúgvingarverkinum, til almennu og privatu arbeiðsplássini.
Tað snýr seg um at skapa strukturar og møguleikar at nýskapa bæði innan ta almenna og ta privata, bæði á almennum arbeiðsplássum og privatum arbeiðsplássum. Tað snýr seg um at skapa ein skúla og eitt útbúgvingarverk, ið stuðlar tey ungu til nýskapan.
Men hvør eigur initiativið?
Tjakið í Føroyum í dag er merkt av at vinnulívið bíðar eftir, at tað almenna stingur út í kortið hvar vit skulu fara og setur neyðugan pening til leiðina. Men tað er vinnulívið, ið eigur at stinga út í kortið hvar vit skulu fara komandi árini. Tað er vinnulívið, ið eigur at svara spurningum sum t.d. hvørjir førleikar hava vit brúk fyri um 5-10 ár, hvat krevur framtíðin av okkum fyri at vit skulu standa okkum í kappingini? Hvørjir almennir karmar eru neyðugur fyri at vinnulívið kann mennast komandi árini? Hetta er t.d. ein avgerandi partur av einum málrættaðum útbúgvingar- og menningarpolitikki sum politiski myndugleikin skal orða - men vinnulívið stendur á síðulinjuni og bíðar eftir hesum politikki - og kemur at standa longi uttan so at vinnulívið tekur bóltin og gevur neyðuga innsparki til politisku myndugleikarnar.
Harumframt sýnist tað sum um at vinnulívið í stóran mun bíðar eftir at tað almenna skal byrja eina munandi gransking í Føroyum. Hetta samstundis sum tann marknaðargrundaða nýskapanin stendur í stað. Aftur her er tað føroyska vinnulívið, ið eigur bóltin tá ið vit tosa um nýskapan. Í fyrsta umfari eru tað ikki stórar íløgur, ið skulu til fyri at byrja eina nýskapanarprosess. Tað er innan tað privata vinnulívið at møguleikarnir eru bestir at skapa arbeiðspláss, ið eru nýskapandi, tí avgerðarprosessin er ikki tengd at so ymiskum áhugamálum sum í tí almenna. Tí eigur og kann vinnulívið ganga fremst, og vera fyrimynd tá ið umræður at skapa arbeiðsumhvørvi, ið eru nýskapandi. Tað skal vera føroyska vinnulívið, ið er lokomotivið, sum dregur okkum fram ímóti einum betri og ríkari samfelag, og ikki tað almenna.
Ein tann størsta avbjóðingin føroyska vinnulívið stendur fyri komandi árini er at menna leiðsluførleikan. Stórur partur av leiðslunum í Føroyum í dag megna ikki at skapa eitt arbeiðsumhvørvi á fyritøkum teirra, ið stimbrar og eggjar starvsfólkunum at koma við sínari vitan og hugskotum. Hetta er í dag ein forðing tá ið vit tosa um Nýskapan í føroyska vinnulívinum.
Framtíðin krevur at vit eru heimsmeistarar í tí vit gera ella at vit luttaka á einum liði, ið saman er heimsmeistari í tí vit bjóða út.
Framtíðin krevur at vit eru dugnalig til at samstarva um serførleikar og servitan, ið síðani skulu nýskapa saman. Bæði innanlanda, í fyritøkuni og millum fyritøkur, og í samstarvi við fyritøkur uttanlanda.
Hvussu skapa vit eitt nýskapandi umhvørvi?
<sum$?$end$!$ Vit geva fólki møguleika at hugsa og arbeiða á ein øðrvísi hátt.
<sum$?$end$!$ Vit dyrka ymiskleikan við at tryggja at ymisk sjónarmið og hugsanir møtast, heldur enn at forða hesum.
<sum$?$end$!$ Vit geva fólki møguleika at koma við hugskotum, og viðgera hesi hugskot málrætta.
<sum$?$end$!$ Vit løna nýskapandi avrik.

Eitt nýskapandi umhvørvi er eyðkent av :
<sum$?$end$!$ Einum felags máli, álit og virðing fyri hvør øðrum.
<sum$?$end$!$ Góðum evni at undrast og seta spurnaðartekin við tað verandi.
<sum$?$end$!$ At leiðslan torur at sleppa takinum og geva starvsfólkunum rúmd og ávirkan.
<sum$?$end$!$ At leiðslan er framsíggin.

Tað er hetta, ið er stóra avbjóðingin í Føroyum í dag.
Tí eru vit í Føroyum sum heild ikki til reiðar at leypa í fótafetini hjá íslendingum. Vit hava ikki tey grundleggjandi nýskapanarevnini enn. Vit kunnu siga at okkum væntar evnini at grulva áðrenn vit fara upp at ganga - men tá ið vit hava lært at ganga (og tað ivist eg ikki í at vit læra!) fara vit eisini at læra at renna og tað skjótt eisini! Tí við hesum útgangsstøði er potientiali stórt í Føroyum í dag!