Tað ber ikki til at siga, at hann byrjar aftur frá botninum av soleiðis, sum hann gjørdi, tá ið hann fyri tólv árum síðani møtti upp í Lyngby.
Men tað er einki at liggja omaná, at Todi Jónsson, sum seinastu átta árini er vorðin inngrógvin partur at FCK, nú stendur fyri spildurnýggjari og ógvuliga spennandi avbjóðing. Hann sigur seg hava skrivað undir góðan sáttmála við Start. Og nú er tað so uppgávan hjá føroyska álopsspælaranum at sannføra felagið, venjaran, áskoðararnar og allan norska fótbóltsheimin um, at tað var eitt gott keyp, sum teir gjørdu, tá ið teir, eftir at Todi hevði havt sáttmálasamráðingar við Frederikstad, fóru aftaná honum til Keypmannahavnar og løgdu tilboð fyri hann, sum hann gjørdi av at skriva undir. Síðani boðaði hann Fredrikstad frá, at hann eftir umhugsunartíðina, sum hann hevði tryggjað sær, ikki fór at taka av teirra tilboði.
- Jú, hetta er nýggj og spennandi avbjóðing. Keypmannahavn og Kristiansand eru heilt hvør sítt. Her búgva 85 túsund fólk, og tað er jú bara ein brøkpartur av Keypmannahavn. Norskur fótbóltur og danskur fótbóltur eru hvør sítt, og Start og FCK eru tvey heilt ymisk feløg, staðfestir Todi Jónsson úr Kristiansand.
Hvussu tá?
- FCK er væl størri felag, sum hevur øðrvísi fasilitetir. Áskoðaratalið er væl minni her, men teir eru í holtur við at byggja nýtt stadion. Og so er størsti munurin ivaleyst tann veruleikin, at FCK er eitt høvuðsstaðar felag, meðan Start er fýra tímar í bili frá Oslo.
Hvønn týdning hevur tað?
-Pressan heldur til í høvuðsstaðnum, og harvið fylgir pressan mest við feløgunum í høvuðsstaðnum. Í Danmark var talan um FCK og Brøndby. Her hevur Rosenborg í Tróndheimi serligan status. Uttan at eg enn eri greiður yvir tað, so rokni eg við, at tað verður gjørt burturúr stóru feløgunum í høvuðsstaðnum, og so sigur tað seg sjálvt, at Start er áhugavert, nú felagið er á odda í Tippuliguni.
Hevur tú kent nógv til hetta, síðani tú komst til Kristiansand?
- Tað er júst tað, sum eg sigi. Vit eru ikki í høvuðsstaðnum, og harvið hevur pressan ikki sína dagligu gongd á vøllinum, sum vit venja á. Har er tað langt ímillum FCK og Start.
Hvussu profilerar pressan so Start?
- Tað er fyrst og fremst við at tosa við venjaran. Tom Nordlie er rættuliga karismatiskur, og pressan tykist hava gott eyga á honum. Tí er tað ikki so undarligt, at tað er hann, ið líka sum er profilurin.
Hvussu hevur tú tað í nýggju umstøðunum?
Fínt. Tá ið eg kom higar, og tað eftir einum degi varð gjørt av, at eg skuldi spæla við Start Kristiansand og ikki Fredrikstad, var eitt sindur av práti og skriving, men síðani hevur tað verið ógvuliga friðarligt, og tað havi eg avgjørt einki havt ímóti.
Skal stríðast fyri plássinum
Í vikuskiftinum verður farið undir aftur Tippuliguna, eftir at seðgur hevur verið í síðani fyrsta vikuskiftið í juli. 13 av 26 umførum eru eftir at spæla. Start er oddalið. Teir eru seks stig frammanfyri Bodø, og fyrsta avbjóðingin hjá oddaliðnum verður mánakvøldið á útivølli ímóti Lillestrøm,sum er á sætta plássinum. Start hevur 30 stig, og Lillestrøm hevur 21 stig.
Todi Jónsson sigur seg ikki verða ovfarnan, um hann ikki verður ímillum teir fyrstu ellivu mánakvøldið:
- Liðfelagarnir hjá mær høvdu frí í eina viku, eftir at teir høvdu spælt trettan landskappingardystir. Tá ið eg kom higar fyri tveimum vikum síðani, hevði eg hildið frí frá fótbólti í tríggjar vikur, og eg havi so at siga ikki spælt á hægsta støði í eitt ár. Tað tekur sína tíð at koma upp á hægsta støði. Harafturat spæla teir øðrvísi, enn eg havi gjørt nógvu tey seinastu árini. Í FCK hildu vit okkum til 4-4-2, meðan Start spælir 4-3-3, og álopsspælararnir eiga fleiri verjuuppgávur, enn tað var vanligt hjá álopsspælarunum í FCK. Eg skal stríðast fyri at læra meg spælskipanina og fyri sleppa upp í part, og tað eri eg sinnaður at gera.
Er munur á venjingunum í Start og so í FCK?
- Nú liðið hevur fyrireikað seg til seinnapartin av kappingini, hava vit vant ógvuliga nógv, og tað hevur dámt mær væl. Allar venjingarnar eru í tveir tímar, og tað er nógv ferð á. Eisini tá ið tað hevur verið vant tvær ferðir um dagin. Eg eri svangur eftir at sleppa upp í part, og eg trívist væl við at hava fingið hesa nýggju og spennandi avbjóðingina, sigur Todi Jónsson úr Kristiansand í Noregi.