Nú skal tann sterkasti finnast

Leygardagin klokkan 18.30 byrjar kappingin, har tað ræður um at finna sterkasta mannin í landinum

Styrki

Níggju sterkir menn eru, sum fara at kappast í kappingini, har bilar skulu flytast, sekkir syftast og tungar vektir lyftast.
Tað eru longu fleiri mánaðir síðani, at fyrstu stigini til kappingina vórðu tikin, og síðani hava sterku menninir fyrireikað seg sjálvar best møguligt. Tveir teirra eru búsitandi í Danmark, og hava teir eisini vant har, meðan hinir seks regluliga hava møtt til venjingar í høllini hjá Havnar Timburhandli, har kappingarútgerðin hevur staðið, umframt at venjingar í Yndi eisini hava verið á skránni.
Sjálvir siga teir, at teir hava saknað eina slíka kapping, ið ikki hevur verið fyriskipað, síðani Regin Vágadal var í vælmaktini. Tá gjørdist kappingin eisini byrjanin til altjóða gjøgnumbrotið hjá Regini, men enn er tað ikki so, at sterkasti maðurin í Føryum vinnur sær atgongd til líknandi kapping uttanlands.
Undan kappingini hitar Rókur Jákupsson Jacobsen áskoðararnar upp, og í steðginum – t.e. eftir fyrstu tríggjar kappingarnar – verður mótasýning við undirklæðum frá Siri.


Fakta
Kappingarnar:
• Lyfta eina stammu, sum vigar 90 kilo, oftast møguligt upp um høvd í 60 sekund
• Ganga 14 metrar við einum bili upp á tíð
• Halda 20 kilo tungum dekki í strektum ørmum longst gjørligt
• Bonkpress, 140 kg, oftast gjørligt
• Renna við fimm sekkum á 100 kg og tveita hesar upp á plattar
• Halda tveimum bobbens á 105 kg í longst møguliga tíð


Luttakararnir:
• Sámal Johannes Hansen
• Herman Hermansen
• Gunnar Grækarisson
• Bárður Poulsen
• Heri Vestergaard
• Finnur Poulsen
• Jákup Petur Djurhuus
• Torstein Madsen
• Bogi Hammer