Nú skal ruddast í Søldarfirði

Runavíkar kommuna heldur fram við at rudda almenn økir í kommununi fyri órudd og burturkast, og nú fer hon undir at ruddað á havnarlagnum í Søldarfirði.

 

Runavíkar kommuna heitir tí á øll, sum eiga okkurt, sum stendur á havnarlagnum uttan loyvi, at beina lutirnar burtur av økinum í seinasta lagið tann 12. juli 2018.

- Eftir hetta fer Runavíkar kommuna at burturbeina lutir uttan aðra ávaring, og møguleikin at krevja endurgjald fellur burtur, skrivar kommunan.

 

Víðari skrivar hon, at í sama umfari verður hugt at bingjum og øðrum, sum er fallið í órøkt.

 

Heilt eirindarleys er hon tó ikki. Um tað ikki ber til at koma eftir lutunum áðrenn freistina, kann eigarin venda sær til Runavíkar kommunu og fáa eina avtalu í lag.

 

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu eru myndir av nøkrum av burturkastinum, sum liggur á havnarlagnum í Søldarfirði.