Nú skal pólísurin kannast

Vísindafólk skulu nú kanna, hví ísurin við teir báðar pólarnar minkar skjótari nú enn nakrantíð fyrr

Amerikanskir, bretskir og danskir granskarar fara nú at kanna, hvussu tað ber til, at ísurin í teimum báðum póløkjunum er minkaður so nógv tey seinnu árini. Endamálið við kanningunum er at fáa eina betri fatan av teimum heimsumfatandi veðurlagsbroytingunum, hvussu broytingarnar í póløkjunum ávirka heimshøvini, og hvørjar avleiðingar hesar broytingarnar kunnu fáa á búskapin og onnur viðurskifti í heiminum.
- Tað er neyðugt at fáa at vita, hvat er í ferð við at henda í póløkjunum, tí tað ávirkarveðurlagið, høvini og heimsins matvørutilfeingi, sigur amerikanski vísindamaðurin Robert Hemenway, sum skal standa á odda fyri kanningunum í póløkjunum.
Í fjør komu granskarar hjá amerikonsku rúmdarumsitingini NASA eftir, at ísurin á Antarktis minkar skjótari nú enn nakrantíð í síðstu øld. Fyrr í hesum mánaðinum loysnaði heimsins størsta ísfjall, eftir at tað hevði staðið á botni við Antarktis eina tíð.