Nú skal okkurt henda á Landssjúkrahúsinum

? Kanska skylda vit Landssjúkrahúsinum eina umbering, heldur Jenis av Rana, kommunulækni og formaður í miðflokkinum

Landssjúkrahúsið

?Hetta er ein ónd ringrás, men nú má og skal okkurt henda á Landssjúkrahúsinum.
Tað er Jenis av Rana, sum eigur orðini.
Hann er kommunulækni, men hann er eisini formaður í miðflokkinum, sum umsitur heilsumál í samgonguni so orðini hava eina ávísa tyngd.
Jenis av Rana skilir ikki, hvussu tað ber til, at Landssjúkrahúsið ár um ár kemur í ta støðu, at tað verður neyðugt at seta sparingar í verk.
? Har er talan um vánaliga fíggjarstýring úti á deildunum.
Hann sigur, at tað er ikki óvanligt, at kommunulæknar fáa boð um at halda aftur við innleggingum, men tað hevur mest verið um summarið og um høgtíðirnar.
Um tað er hent fyrr hesa tíðina á árinum, sum annars plaga at vera høvuðs arbeiðsmánaðirnir á Landssjúkrahúsinum, minnist hann ikki, tí tað koma so nógv brøv frá Landssjúkrahúsinum, at hann heftir seg ikki so nágreiniliga við tey longur.
Hann vísir tó á, at tað sum er ein bati hesuferð, er, at hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at Landssjúkrahúsið ikki hevur hótt við uppsagnum og tað er so altíð eitt framstig.

Kanska ein umbering
Jenis av Rana vísir á, at játtanin til Landssjúkrahúsið er nógv hækkað seinastu árini, men at tað eru mong, sum sita eftir við eini kenslu av, at vit onki fáa fyri pengarnar, sum koma sjúklingunum til gagns.
? Men kanska skylda vit Landssjúkrahúsinum eina umbering.
Hann vísir á, at hesi seinastu árini er fólkatalið í Føroyum hækkað eini 4.000 fólk.
?Og hóast játtanin til Landssjúkrahúsið er hækkað hesi seinastu árini, kann væl vera, at hon kortini ikki er hækkað so nógv, at Landssjúkrahúsið í dag fær líka høga játtan fyri hvørt fólk í landinum, sum tað fekk fyri 8-10 árum síðani, tá ið vit hugsa um vøksturin í fólkatalinum og um tað, at fleiri og fleiri viðgerðir alsamt eru at fáa á Landssjúkrahúsinum, samstundis sum viðgerðir og heilivágur eru nógv dýrkað seinastu árini.
? Hann sigur, at hann hevur eitt á floksfelagan og landsstýrismannin í heilsumálum, Bill Justinussen, um at gera eitt roknistykki, sum vísir, hvussu stór játtanin til Landssjúkrahúsið er fyri hvørt fólk í landinum í dag, og, hvussu stór játtanin var fyri 10 árum síðani, samstundis sum viðgerðirnar eru blivnar fleiri og dýrari og lønirnar eru hækkaðar.
?Vísir tað seg, at játtanin í veruleikanum er afturútsigld, skylda vit Landssjúkrahúsnum eina umbering fyri manglandi játtan og fyri áhaldandi at hava funnist at Landssjúkrahúsinum fyri tær sparingar, sum eru gjørdar, tí so hava vit lagt eitt ómetaligt trýst á Landssjúkrahúsið.
Jenis av Rana heldur, at hetta er eitt ómetaliga áhugavert roknistykki, tí hesi seinastu árini eru eini 4.000 fólk komin til Føroya, sum øll brúka heilsuverkið.
?Men tey eru eisini komin við skattakrónum, so tað er ikki annað enn rímiligt, at játtanin til Landssjúkrahúsið fylgir við vøkstrinum í fólkatalinum.
Hann leggur afturat, at vísir roknistykkið, at játtanin til Landssjúkrahúsið er afturútsigld, verður tað ómetaliga trupult hjá Løgtinginum at lata vera við at hækka játtanina.
Sjálvu leggur hann dent á, at okkurt skal henda, tí miðflokkurin ætlar sær ikki at tvíhalda um landsstýrissessin, eydnast tað ikki at fáa nakað burturúr.
Hetta er ikki fyri at hótta samgonguna á nakran hátt, tí hann ivast ikki í, at øll samgongan fer at taka undir við at geva Landssjúkrahúsinum betri sømdir og samstarvið í samgonguni er sera gott.
Sí eisini greinina ?Sjúklingar aftur nú tiknir til gísla á Landssjúkrahúsinum?.