Oddamaðurin í Føroya Væl metir tað nú vera alneyðugt at hugsa kollektivt og seta fokus á flokkin eftir tann skaða, flokkurin hevur fingið, síðani Johan Dahl varð valdur nýggjur landsstýrismaður í Fiskivinnumálum.
Eins og formaðurin í Norðoya Sambandsfelag fjalir Anfinn Brekkstein ikki fyri, at eitt og hvørt valfelag vil hava sín landsstýrismann, serliga tá hugsa verður um, hvussu nógvar atkvøður eru at kappast um.
- Vit fingu 2980 atkvøður í Suðurstreymoy á næst seinasta vali, og hóast talan var um afturgongd, eru jú nógvar atkvøður at vinna við einum landsstýrissessi, sigur Anfinn Brekkstein. Hann leggur afturat, at t.d. fór Sambandsflokkurin nógv fram í Norðoyggjum, og at teir tískil eisini eru eitt alternativ, eftir at umstríddi Johan Dahl mánamorgunin fekk sekkin frá løgmanni.
Flokkurin fremst
Men Anfinn Brekkstein undirstrikar, at nú má fyrst og fremst hugsast um flokkin og hvussu tann skaði verður bøttur, Sambandsflokkurin hevur fingið seinastu tíðina.
- Tingmanningin má nú seta seg niður og revaluera, hvussu flokkurin í semju kann endurreisa álitið og fáa arbeiðslagið í gongd, uttan at talan beinanvegin gerst um persónsstríð og kapping millum valdømini, sigur Anfinn Brekkstein avgjørdur.
Sum formaður í valfelagi Sambandsfloksins í Suðurstreymoy vísir hann aftur útsøgnunum hjá býráðslimi floksins Beate L. Samuelsen um, at flokkurin hevur mist limir.
- Eg havi kannað tað, Beate hevur sagt, og eg veit satt at siga ikki, hvaðani hon hevur hetta, tí vit hava onga formella fráboðan fingið um nakran lim, sum hevur tikið seg úr felagnum, sigur Anfinn Brekkstein. Hann leggur afturat, at teir tó hava fingið ábreiðslur frá bæði limum og stuðlum annars fyri framferðarhátt floksins í sambandi við fyrrverandi fiskimálaráðharran.