Nú skal ólavsøku makkarin hjá GÍ finnast

Bæði í Fuglafirði og á Toftum rokna teir møguleikarnar góðar fyri plássið í ólavsøkufinaluni, men tað kann vera, at onkrir av lyklaspælarunum ikki verða tøkir

Í Gøtu vilja teir ikki siga, at teir hava tryggjað sær pláss í steypafinaluni ólavsøkudag. Tað kunnu vit so staðfesta fyri teir. Sandoyingar koma norður í Sarpigerði í morgin. Í viðførinum hava teir 5-1 tap frá fyrru uppgerðini, og hóast næstovasta liðið í 2. deild, sum í summar hevur verið á venjingarlegu í Tarm í Jyllandi, fer at spíla seg út, so er bitin so mikið stórur, at tað er púra óhugsandi, at teir skulu kunna gera nakað við hann.
Hjá B71 hevur Eli Hentze alla hesa vikuna verið í Skotlandi við yngru landsliðunum. Hann og hinir í ferðalagnum ætlast at vera aftur í Føroyum í kvøld, og Eli fer bara suður um fjørðin at venda, áðrenn hann í morgin skal norður aftur.
Hjá GÍ er Súni Olsen, sum seinastu vikurnar hevur vant við superligu liðnum hjá AaB, komin heim fyri at hjálpa til ímóti sandoyingum.
Í gjárkvøldið skuldi støða takast til, hvør skal verja GÍ málið í morgin. Nú eru tríggir málverjar í Gøtu. Umframt Mortan Joensen, sum vardi málið mánakvøldið ímóti B36, eru tað Sunvard Joensen og Meinhard Joensen. Sunvard, sum býr í Keypmannahavn, er heima í summarfrí. Hann spælir við ÍF Føroyum, og nú venur hann við GÍ. Meinhard Joensen hevur fyri tað mesta verið skaddur, síðani hann í vetur varð knýttur at GÍ. Nú er hann komin fyri seg, og tað kann væl hugsast, at hann fer at fáa møguleikan, um hann verður førur fyri at spæla.

Magni ivasamur
Stóri spenningurin um finaluplássið verður útloystur á Svangaskarði, har ÍF fer at vitja B68. Í fyrru hálvfinaluni vann ÍF 2-1. Tað vil við øðrum orðum siga, at alt er púra opið.
- Eg haldi, at úrslitið ta ferðina lýsir dystargongdina væl. Um vit spæla upp til okkara besta, so eiga vit at tryggja okkum finaluplássið. Um vit ikki gera tað, so verður tað torført, staðfestir ÍF venjarin, Petur Simonsen.
Tað er greitt, at Fritleif í Lambanum verður ikki við. Hann fer av landinum í morgin. Gunnar Nielsen er ikki førur fyri at venja, og tí verður hann heldur ikki við. Tað er ivasamt, um Magni á Lakjuni verður við. Eftir at hann í 1. hálvleiki síðsta sunnudag hevði lagt ÍF framum ímóti NSÍ, noyddist hann í steðginum at fara av vøllinum. Síðani hevur hann ikki verður førur fyri at venja saman við hinum. Talan er um mjadnarskaða, og í gjár vóru teir í Fuglafirði ógvuliga ivasamir, um álopsveteranurin verður førur fyri at spæla.
Síðsta sunnudag vóru Poul Ennigarð og Símun Eliasen ikki við ímóti NSÍ. Teir eru báðir tøkir í morgin.

Royndirnar á muni
Julian Johnsson var ikki við, tá ið B68 tapti fyrru hálvfinaluna 2-1 í Fuglafirði. Síðani hevur hann sæð dystin á video, og hann sigur seg vera væl nøgdan við hugburðin og avrikið:
- Um vit vóru eitt sindur meiri hepnir, so høvdu vit ikki tapt. Okkara lið er ungt, og tað er sjáldan, at B68 spælararnir í ár hava verið undir støðugum trýsti. Tað vóru teir í Fuglafirði, og persónlig mistøk kostaðu. Fuglfirðingar eru hvørja ferð teir spæla undir størri trýsti enn vit, og tað kann gerast munurin í morgin. Men vit fara at stríðast fyri okkara møguleika, og lagið hevur verið gott undir venjingunum í hesi vikuni, sigur B68 venjarin.
Tað er smeitur fyri B68, at liðformaðurin og verjuálitið, Arnbjørn Danielsen, ikki verður við í morgin. John Petersen hevur ikki vant so nógv síðani uppgerðina í Fuglafirði, tá ið hann noyddist at fara av vøllinum miðskeiðis í 2. hávleiki. Fótliðsskaði plágaði. John hevur runnið eitt sindur fyri seg sjálvan. Hóskvøldið vandi hann við fullari ferð, og hann verður við í morgin.
Sambært FSF heimasíðuni skal Georg Rasmussen døma á Toftum í morgin, og í Gøtu verður Lassin Isaksen dómari. Í finaluni ólavsøkudag, tá ið tvey Eysturoyar feløg fara at stríðast um Løgmanssteypið, verður tað Birgir Sondum, sum verður 23. maðurin á vøllinum.