"Tað kennist sum at dryppa føturnar í sjampanju".
Soleiðis verður fótaviðgerð við lítla fiskinum Garra Rufa ofta lýst.
Doktarafiskurin livir í áum í Turkalandi, Ísrael og Sýrialandi og hevur leingi verði nýttur til viðgerð av ymiskum húðsjúkum – sum til dømis psoriasis og eksem. Fyri nøkrum árum síðani byrjaði rákið at bjóða fiskaviðgerð á viðgerðarstovum, og nú er tað eisini komið til Føroya.
"Feet N Feed" hevur latið upp í Havn, og ætla tey at bæði bjóða viðgerð fyri føtur, hendur og allan kroppin.
Húðin verður bleyt
At fiskar skulu eta av einum ljóðar eitt sindur ógvusligt, men vert er kanska at nevna, at Garra Rufa fiskurin hevur ongar tenn, og tí nipsar hann bara burtur av hørðu húðini.
Húðin gerst bleyt og deilig, og spýtti hjá fiskinum ger, at húðkyknirnar verða stimbraðar, og blóðreinslið økist í húðini.