Nú skal ferðslan á Skúlatrøð skipast betri

Klaksvíkar Býráð hevur samtykt at fara undir vegarbeiði á Gerðagøtu fyri at betra um ferðslu- og atkomuviðurskiftini á Skúlatrøð. Arbeiðið fer í gongd skjótast gjørligt.

 

Skúlabyggingin setur sín sjálvsagda dám á økið, og serliga verður arbeitt hart fyri at betra um atkomu- og parkeringsviðurskiftini við Gerðagøtu, har stórt trýst er á hvønn dag.

 

Talan er um eina kærkomna ferðsluloysn á skúlaøkinum, og Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung í Klaksvíkar býráð stórfegnast um, at arbeiðið nú kann fara í gongd.

 

- Talan er um tað staðið í allari kommununi, sum helst er undir størsta dagliga ferðslutrýstinum, tí her ferðast jú børn og ung í øllum aldri til barnagarð, skúla og frítíðarskúla, samstundis sum talan er um ein høvuðsveg gjøgnum býin. So eg eri avbera glað fyri, at vit nú fáa eina trygga og góða loysn, sum fer at lætta nógv um hjá øllum, sum ferðast í økinum hvønn einasta dag, sigur Beinta Klakstein.

 

Við útgangsstøði í samtyktu ferðslutrygdarætlan fyri býin eru fyrireikingar gjørdar til eina trygga og góða ferðsluloysn. Arbeitt hevur verið við málinum í rúma tíð, og við Býráðsins samtykt er nú klárt at fara undir arbeiðið, sum byrjar sum skjótast.

 

Í stuttum fevnir arbeiðið um at seta upp ljósregulering, gera gonguteigar og av- og ásetingarpláss umframt flísalegging og asfaltering, og arbeiðið verður mett at kosta uml. 1,2 mió. kr.