Stýrisskipan
Støðan, sum nú er íkomin á politiska pallinum, er góð fyri demokratiið hjá okkum, tí nú sleppur tað veruliga at vísa sítt virði, sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður.
Jógvan Sundstein, ið sum politikari var við til at gera stýrisskipanarlógina, sigur, at við hesi nýggju støðuni fær lógin veruliga høvi til at standa sína roynd.
?Endamálið við lógini var millum annað at skilja millum løgting og landsstýri. Tí verður ikki tosað um samgongu, men um løgmann, í lógini. Løgmaður er tann, sum skipar landsstýri, eins og hann loysir tað úr starvi.
At loysa løgmann úr starvi eru tríggir hættir, vísir Jógvan Sundstein á. At hann sjálvur leggur frá sær. At hann fær avgjørdan politiskan meiriluta í móti sær, ella at hann doyr.
Tað ger so aftur, at í verandi støðu hevur løgmaður fullan rætt til at verða sitandi alt skeiðið, um hann vil tað. Tað er nevniliga ikki soleiðis, vísir Jógvan Sundstein á, at eitt løgtingsval av sær sjálvum loysir løgmann úr starvi.
Jógvan Sundstein dylur ikki fyri, at hann helt gomlu stýrisskipanina, sum kravdi meiriluta samgongu, vera vánaliga.
?Hendan skipanin, vit nú hava fingið, byggir á vanliga parlamentalismu, og kann væl loyva einum minnilutastýri, um tað skuldi verið.
Tað hevði í grundini ikki verið tað ringsta, sigur JógvanSundstein, tí so fingu landsstýrismenn veruliga møguleika at vísa síni evni við tingingum um tey mál, teir arbeiða við. Somuleiðis hevði andstøðan tá eisini sloppið upp í part, tá politiska avgerðir skulu takast, sigur hann.
?Hendan støðan, vit í dag eru í, og sum er uppstaðin av nýggju stýrisskipanarlógini, kann veruliga menna ta politisku skipanina, heldur Jógvan Sundstein, fyrrveradi løgmaður.










