Nú skal dagurin ásetast

Mánakvøldið fer bygdaráðið á Sandi at hava kommunustýrisfund. Millum málini er tað um vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging.

Fólk eru ójøvn á máli í hesum sambandi, men nú sleppa tey so at siga sína hugsan í hesum máli.

Sum skilst verður fólkaatkvøðan einaferð seinni í heyst, men mánakvøldið skal so dagfestingin avgerast.

Annars verður ein líknandi fólkaatkvøða um kommunusamanlegging í Skopun 21. oktober.

Í Sandoyar sýslu eru fimm kommunur. Fýra í Sandoynni, umframt Skúvoy. Stóra Dímun er í Skúvoyar kommunu.