Nú skal bera ella bresta

Í brennandi hitanum í Kuala Lumpur, skulu formel 1 motorarnir standa sína harðastu roynd í nógv ár

Formel 1

Við nýggju motorreglunum í, noyðast allir bilar, sum komu á mál í Avstralia fyri tveimum vikum síðan, at koyra við sama motori hetta vikuskiftið. Hetta kann gerast sera trupult, eftirsum hitin væntandi verður um 35 hitastig. Hetta er fyrstu ferð, at motorarnir skulu brúkast í tveimum koyringum.

Michael Schumacher (Ferrari), Nick Heidfeld (Williams/BMW) og Christian Albers (Minardi Cosworth). Komu ikki á mál í Avstralia, og hava tí skift motor. Eisini teir báðir BAR/Honda koyrararnir Takuma Sato og Jenson Button byrja við nýggjum motori. Í Avstralia valdu teir ikki at koyra á mál, fyri at fáa møguleikan at skifta motor. Í brennandi hitanum kann ein nýggjur motorur kanska avgera koyringina.