Nú skal B71 vinna

Mótstøðan hevur verið knallhørð, men eftir bert eitt stig í trimum dystum eru sandoyingarnir noyddir at vinna, tá Skála vitjar

Fótbóltur

 

EB/Streymur, HB og NSÍ verða mett sum tey trý liðini, sum fara at stríðast um gullið í ár. Tí kundu sandoyingar neyvan ætla sær eina truplari byrjan enn tað sama, og tí er tað kanska eingin vanlukka, at fyrstu dystirnir bert hava kastað trý stig av sær.

Hinvegin hevur tað verið høvuðsatvoldin til, at B71 er at finna nær botninum, og tað leggur trýst á spælararnar, nú liðið loksins sleppur at spæla móti einum av teimum, sum verður mett millum veikaru liðini.

Skála hevur av fleiri verið mett millum fremstu dumpikandidatarnar, men við trimum stigum hava teir higar til hildið seg omanfyri strikuna. Og tað er einki at ivast í, at teir fara eftir at ota seg longur upp á talvuna, nú tað ikki eydnaðist móti ÍF seinasta vikuskiftið.

Kanska tydningarmesti spælarin hjá Skála er Pauli G. Hansen, og spurningurin er so, um hann hesa ferð er til reiðar at byrja inni, eftir at hann bæði móti KÍ og Skála byrjaði dystin á beinkinum.

Hjá B71 er Símin Hansen aftur leikbannaður, eftir at hann fekk reytt kort í 2-2 javnleikinum hjá B71 móti EB/Streymi.