Uppreisn er fremst á breddanum hjá toftamonnum, sum vitja í Runavík í kvøld.
B68 hevur einki stig fingið fyri fyrstu tveir landskappingardystirnar. Málið er at sleppa í Evropa, og tann málsetningurin er framvegis ikki broyttur.
- At tapa tveir landskappingardystir hevur ikki við sær, at vit ikki sleppa í Evropa. Vit hugsa bara um dystin í kvøld, og vit skulu hava trý stig, sigur Bill M. Jacobsen, venjari. Hann hevur allar mans tøkar til dystin í kvøld.
NSÍ vann í fyrsta umfarinum á HB, men runavíkingar taptu fyri Víkingi í síðstu viku.
Dysturin byrjar 18.00.