Sparingar
? Borgarligu kreftirnar í samgonguni og í privatu vinnuni hava vunnið!
Hetta er greiði dómurin, sum formaðurin í Starvsmannafelagnum, fellur yvir sparingarnar hjá landsstýrinum í almennu umsitingini.
Starvsmannafelagið er nógv tað størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum. Og formaður felagsins, Gunnleivur Dalsgarð, hevur onga sum helst virðing fyri teimum sparingum, sum landsstýrið nú hevur boðað frá í miðfyrisitingini.
Hann ivast ikki í, at hetta er eitt tiltak, sum tær borgarligu kreftirnar í samgonguni og í føroyska vinnulívinum, hava kroyst landsstýrið til.
? Og tíverri er landsstýrið boygnað. Men sparingarnar eru sostatt eina og aleina settar í verk fyri at tekkjast borgarligu kreftunum í samgonguni og í vinnulívinum.
Sparingar uttan mið ella mál
Formaðurin í Starvsmannafelagnum finst hvassliga at mátanum,sum landsstýrið hevur sett sparingarnar í verk upp á.
? Landsstýrið hevur ikki gjørt eina nágreiniliga kanning av miðfyrisitingini fyri at kanna eftir, hvørji arbeiðsøki møguliga kunnu sparast burtur, og hvussu fyrisitingin kann skipast eftir sparingarnar.
? Tað verður rætt og slætt als ikki hugt eftir, hvar í fyrisitingini tað eru ov nógv fólk.
? Ístaðin fer landsstýrið púra hugsjónarleyst runt við plenuklipparanum og klippur plenuna javnt snøgga, uttan nakað sum helst mið ella mál.
Og Gunnleivur Dalsgarð heldur eisini, at boðskapurin hjá landsstýrinum er púra greiður.
? Boðskapurin er, at nú hevur landsstýrið gjørt sítt fyri at spara í almennu fyrisitingini og nú væntar landsstýrið at eisini fíggjarnevndin og Løgtingið eisini sítt.
?Sostatt hevur landsstýrið nú handað fíggjarnevndini plenuklipparan til at gera fleiri sparingar við.
Tí stúrir Gunnleivur Dalsgarð stórliga fyri, at tað verða enn fleiri sparingar hjá tí almenna. -? Men nú verður tað bara Annfinn Kallsberg og fíggjarnevndin, sum skulu føra plenuklipparan og sláa graspleuna lidna - tvs, seta fleiri sparingar í verk.
Borgarligur kreftirnar fríari ræsur
Gunnleivur Dalsgarð ivast ikki í, at sparingarnar fara at lækka støðið í almennu fyrisitingini. Og tær fara somuleiðis at gera umstøðurnar hjá starvsfólkunum verri.
Hann sigur, at tey, sum arbeiða í almennu fyrisitingini, hava nóg mikið at gera frammanundan og tað sigur seg sjálvt, at tey fara ikki eisini at átaka sær arbeiðsuppgávurnar, sum tey, ið eru koyrd til hús, høvdu.
? Tað hevur altíð verið eitt endamál hjá borgarligu kreftunum at gera fyristingina veikari og tað er nú eydnast.
?Sostatt er nú slóðað fyri, at borgarligu kreftirnar í samfelagnum fáa fríari teymar til at gera, sum tær vilja.
? Tað er sjálvsagt ein ynskistøða hjá privatu vinnuni, at almenna fyrisitingin er veik, so at vinnan er verður sterkari enn fyrisitingin.
Tað setir vinnuna í eina sterkari støðu mótvegis almennu fyrisitingini.
? Eitt dømi er fiskivinnan, har ein íslendskur fiskifrøðingur varð boðsendur, sum hevur tann rætta boðskapin, heldur enn at dúva upp á eina sterka, føroyska fiskirannsóknarstovu.
? Eitt annað dømi er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum ikki fær arbeiðsumstøður til at røkja sínar eftirlitsuppgávur mótvegis vinnuni.
? Sostatt fær privata vinnan fríari ræsur at bera seg at, sum hon vil. Samstundis ger tað fyrisitinginga veikari mótvegis ávirkan frá politikarum.
Men Gunnleivur Dalsgarð ávarar staðiliga ímóti at gera fyrisitingina veikari.
? Eitt samfelag, sum ikki hevur eina sterka og vælvirkandi fyrisiting, er politiskt sjúkt. Tað er bara at líta aftur í áttatiárini, tá ið fyrisitingin var alt ov veik til at til at standa politikarum og vinnulívi kurl.
? Úrslitið sóu vit eisini, leggur hann afturat.