Fundur
Teimum flestu kunnugt gjørdist bølamyrkt kring landið sunnukvøldið, tá streymurin misti takið á samfelagnum. Hóast myrkrið var áhugin stórur fyri at vitja í Norðurlandahúsinum, tá Norðuratlantsbólkurin helt almennan fund.
Endamálið við fundinum var at kunna um arbeiðið hjá Norðuratlantsbólkinum og leggja fram, hvørjar ætlanir bólkurin hevur.
Teir báðir, Kuupik Kleist og Lars Emil Johansen, úr Grønlandi mannaðu saman við Tórbirni Jacobsen bólkin hetta kvøldið. Upprunaligi limurin og ein av stovsetarunum, Høgni Hoydal, var eisini til staðar, og hann tók eisini til orðanna nakrar ferðir.
Samstarvið í Norðuratlantsbólkinum byrjaði 5. desember, tá teir tríggir, Kuupik Kleist, Lars Emil Johansen og Høgni Hoydal, skrivaðu undir eina samstarvsavtalu, sum innibar stovnanina av tí Norðuratlantsbólki, ið vit kenna so væl í dag.
Á fólkatingsvalinum 20. november vórðu Kuupik Kleist og Lars Emil valdir á Fólkating fyri ávíkavíst Inuit Ataqatigiit og Siumut. Teir fóru til val við lyftum um grønlendskt sjálvstýri.
Tað vóru teir báðir grønlendsku limirnir, ið tóku stig til bólkin, og tað var ikki leingi, áðrenn Høgni Hoydal varð yvirtalaður. Lisbeth L. Petersen harafturímóti ynskti ikki at vera partur av bólkinum, hóast hon fekk boðið limaskap.
Á fundinum vísti teir tríggir á, at tað var søgulig, at eitt tílíkt samstarv var fingið í lag, og teir kundu bert undrast yvir, hví hetta hevði tikið so mikið nógv ár at fáa upp á beinini. Allir tríggir søgdu teir seg vera glaðir fyri samstarvið, sum eisini gav teimum størri lut í teimum pengum, ið fara til fólkatingsarbeiði.
Arbeiðsbólkar
Tað er heldur ikki lítið, ið hesin góði Norðuratlantsbólkur ætlar sær at fáa avgreitt tað næsta árið. Ætlanin er nevniliga, at seta arbeiðsbólkar mannaðar við altjóða serfrøðing at kanna viðurskifti, ið viðkoma Føroyum og Grønlandi. Norðuratlantsbólkurin hevur orðað arbeiðssetningar til bólkarnar, ið enn bert partvíst eru vorðnir mannaðir. Higartil er greitt, at tann í Føroyum so kendi íslendingurin, Gudmund Alfredsson, kemur at standa á odda fyri einum av bólkinum.
Bólkarnir skulu hyggja at fleiri sentralum og áhugaverdum spurningum ? sæð við grønlendskum og føroyskum eygum. Arbeiðsbólkarnir taka sær av hvør sínum øki. Spurningurin um rættindini hjá grønlendsku og føroysku tjóðini í altjóða fólkarætti. Spurningurin um, hvussu Føroyar og Grønland hava verið nýtt í hernaðarligi telvingini. Eisini verður hugt nærri at samferðslu hjá londunum.
Sum heild hava limirnir í Norðuratlantsbólkinum góðar vónir.
Ætlanin er at arbeiða skal vera liðugt um eitt ár, tá ein ráðstevna eisini verður hildin.