Tað var tann tíðin, táið løngjaldsstovurnar vóru neyðugar fyri at tryggja, at verkafólki fekk sína løn til tíðina.
Men nú er eisini langt síðani, at tíðin fór frá teimum, tí nú ganga at kalla allar lønir ígjøgnum peningastovnarnar.
Men kortini eru tað ávís pláss, sum hava hildið fast um løngjaldsstovurnar.
Á Tvøroyri helt hon ikki ikki uppat fyrrenn fyrr í ár.
Og nú er líkt til, at ein løngjaldsstova afturat fer í søguna.
Og tað er tann í Vestmanna, sum ætlanin nú er at lata aftur.
Arbeiðsmannafelagið í Vestmanna hevði aðalfund herfyri og har var tað stóra samrøðuevnið nettupp løngjaldstovan.
Fleiri limir bóru uppá mál at taka løngjaldsstovuna av.
Limir í Arbeiðsmannafelagnum høvdu eisini savnað undirskriftir saman til nevndina í felagnum um at fáa løngjaldsstovuna tikna av.
Tað varð tó ikki samtykt á fundinum um at taka hana av.
Men nývaldi formaðurin í Vestmanna Arbeiðsmannafelag, Ingun Poulsen, sigur, at tað er heilt greitt, at táið ynski verður sett fram um at taka løngjaldsstovuna av, er tað eitt mál, sum nevndin má taka upp og arbeiða víðari við.
Men av tí, at hon er so nýggj í fakfelagsarbeiði, má hon fyrst at seta seg inn í, hvussu farast skal fram, táið eitt slíkt, stórt stig skal takast.
Ingun Poulsen sigur, at møguliga verður eykaaðalfundur seinni í ár.
Flestar í Suðuroy
Nú eru ikki meiri enn einar 8-10 løngjaldsstovur eftir í Føroyum, upplýsir FA. Men á summum løngjaldsstovum er lítið og onki virksemi
Og uppaftur á øðrum plássum eru tað peningastovnarnir, sum hava løngjaldsstovurnar fyri fakfeløgini.
Tær flestu løngjaldsstovurnar, sum eru eftir eru í Suðuroy. Løngjaldsstova er í Sumba, í Vági, í Porkeri og í Hovi. Men annars eru løngjaldsstovur eisini í Vestmanna, í Kvívík, í Kollafjørði, og í Fuglafjørði hava menn og kvinnur hvør sína løngjaldsstovu.