Alment partafelag
? Nú sigi eg stopp.
Poul Michelsen er løgtingsmaður fyri fólkaflokkin og sostatt er hann í samgonguni.
Men hann góðtekur undir ongum umstøðum ætlanina um at gera Postverk Føroya til eitt alment partafelag, soleiðis sum málið liggur í løtuni.
Gekst sum ætlað, skuldi partamaður hansara, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, leggja lógaruppskot fyri tingið í gjár um at gera Postverkið til alment partfelag.
Tað hevur Poul Michelsen als onki ímóti.
Men hann góðtekur als ikki, at samgongan ætlar at geva Postverkinum so góðar sømdir, at tað fer at vera barnamatur hjá postverkinum at køva alla kapping á økinum.
? Tað góðtaki eg als ikki og tað verður eitt ófrávíkilgt krav, at skal Postverkið gerast til alment partafelag, skal tað gerast soleiðis, at kappingarneytarnir hjá tí fáa ein ærligan møguleika at kappast við Postverkið.
Fáa 92 milliónir fyri onki
Poul Michelsen vísir á, at nú Postverkið skal gerast til alment partafelag, setti tað almenna fyrst 21 milliónir í partapengum í partafelagið.
? Men tað er eisini ætlanin, at partafelagið skal fáa allar ognirnar hjá postverkinum fyri einki. Ognirnar eru mettar at vera 92 milliónir krónir verdar.
? Sostatt fær tað nýggja partafelagið Postverkið eina innspræning uppá 92 milliónir í eginpeningi, uttan at betala eitt oyra aftur fyri og uttan at nakrar treytir verða lagdar við.
? Tað fer at geva Postverkinum lætt spæl at køva alla kapping á økinum, tí kappingarneytarnar hava verið noyddir at betalt fyri tey rakstrargøgn, teir hava at reka fyritøkurnar við.
Tí krevur Poul Michelsen, at lógin um at gera Postverkið til alment partafelag, verður broytt, so at kappingin verður á jøvnum føti, uttan at Postverkið fær ein órímiligan fyrimun við teimum sersømdum, sum landsstýrið ætlar at geva tí.
? Tá ið málið fer til viðgerðar í vinnunevndini, fari eg sostatt at krevja, at ætlanin verður broytt, so at tað verður javnvág ímillum tær treytur, sum Postverkið fær at virka undir og tær treytur, sum kappingarenytarnar virka undir.
Skulu taka lán
Poul Michelsen kundi hugsa sær, at Postverkið fær ognir fyri tað, sum kanska svarar til einar 50 milliónir frá tí almenna, men at restin verður eitt lán, sum partafelagið Postverkið skal betala landskassanum aftur eftir vanligum marknaðartreytum.
? Fær Postverkið 50 milliónir fyri onki, má tað kunna forrenta 40 milliónir undir vanligum treytum.
Poul Michelsen vísur á, at nú Postverkið verður gjørt til alment partafelag, hevur stjórin boðað frá, at ætlanin er at fara í kapping á økinum og at tað fer eisini at kappast á økjum, sum ikki hava verið mett sum vanligur postflutningur.
Tí heldur løgtingsmaðurin, at tað neyðugt at gera eina púra neyva útgreining av, hvat postflutningur umfatar.
? Og fer partafelagið Postverkið útum tað, sum er postflutningur, skal tað eisini missa einkarrættin, sum tað nú hevur til øll brøv, sum viga minni enn 100 gramm.
? Hesi brøvini, sum viga minni enn 100 gramm, er nógv tann størsti parturin av flutninginum og tað hevur Postverkið einkarrætt tað. Og fer Postverkið í kapping við privatu feløgini á økinum, skal tað eisini missa einkarrættin til brøvini undir 100 gramm.
Varðveitir Postverkið einkarrættin til brøvini undir 100 gramm, er tað ein trygg inntøka, sum er nóg mikið til at halda lív í partafelagnum ímeðan tað undirbjóðar kappingarneytunum á øðrum økjum og tað er ikki jøvn kapping.
Í triðja lagið verður eisini alneyðugt at fáa greiði á spurninginum um mvg.
-? Í hesum sambandi má greiða fáast á, hvat er postur og hvat er farmur. Ger postverkið av at definera ein flutning sum postflutning, skal onki mvg gjaldast. Men verður flutningurin defineraður sum farmaflutningur, skal mvg gjaldast.
Poul Michelsen sigur, at tað verður bara Postverkið, sum fær møguleikan sjálvt at definera um ein flutningur er mvg fríur postflutningur ella mvg skyldugur farmaflutningur og tað góðtekur hann ikki.
-? Væl hevur Postverkið nakrar almennar skyldur, men tað eigur tað at klára við teimum 50 milliónunum, tað fær fyri onki.
Tá ið uppskotið kemur til viðgerðar í vinnunevndini, verður tað eisini neyðugt at privatu feløgini sleppa á fund við Vinnunevndina, har tey fáa høvi til at siga sína hugsan.
Og hann ger eisini púra greitt, at verða hesar broytingarnar ikki framdar, fer hann ikki at atkvøða fyri ætlanini og hann væntar at bæði restin av fólkaflokkurin og restin av samgonguni, fara at hava somu støðu.
? Tað kann ikki vera áhugin hjá samgonguni at køva alla kapping á økinum við at geva Postverkinum so góðar sersømdir, at tað kappingarneytarnir ikki fáa eitt bein til jørðina, tí sum er, fáa teir ongan møguleika at yvirliva, sigur Poul Michelsen.
?Tosað verður nógv at at kapping skal vera á øllum økjum. Samstundis er líkt til, at vit skulu gera eitt privat partafelag við einum einasta endamáli og taðer at drepa alla kapping á økinum og tað kann ikki góðtakast, leggur hann afturat.