Nósabarnaprixkappingarnar verða í ár allar í SMS í Havn. Tað verða tríggjar undankappingar, hvør við tíggju luttakarum.
Fyriskiparanir hava gjørt fleiri broytingar í samband við kappingarnar, bæði fyri at <st1:City$?$end$!$<st1:place$?$end$!$gera</st1:place$?$end$!$</st1:City$?$end$!$ tað barnavinaligari, men eisini fyri at tiltakið skal verða lættari at skipa.<BR>- Tað er trupult og krevur nógva fyrireiking og arbeiðsorku at ferðast kring landið við tiltakinum. Tað er jú ein hópur av teknikki, sum skal flytast aftur og fram, so tað er ikki bara sum at siga tað, siga fyrireikararnir.
Tí verða øll umførini nú hildin í SMS. Tey verða klokkan fýra seinnapart, soleiðis at fólk kunnu verða heima aftur fyri nátturðatíð og eisini fyri teirra skuld, sum hava bát at hugsa um, tá tey skulu heimaftur.
Frásøgufólk til kappingarnar hesa ferð verður Kári Sólstein. Seinni fara vit at hoyra meira um treytirnar, og um hvussu kappingarnar, sum verða í oktobur, verða skipaðar. Finalan verður fyrst í desembur mánaða.
Aftur í ár er tað Føroya Banki, sum høvuðsstuðlar barnasongkappingina. Aftrat Føroya banka eru SMS og Burger King stuðlar hjá Nósabarnaprix.