Tað er einki nýtt í, at føroyingar tosa nógv um veðrið, og nú ber til hjá fólki at hava enn betri kunnleika til veðrið kring landið.
Tí nýggja funktiónin hjá Landsverki, har forsøgnir eisini fáast frá teimum yvir 20 veðurstøðum kring landið, er nú virkin. Sambært forsøgnunum fer at regna í støðum í morgin.
Somuleiðis sæst, at tað er heitt nú - upp í 16 stig í støðum - og tað verður upp í 15 stig summastaðni í morgin. Trýst her fyri at síggja veðurforsøgnirnar. Legg til merkis, at á kortinum á høgru síðu er ein prikkur, og hann kann flytast, so man sær tíma fyri tíma broyting.