– Nú sær ikki gott út

– Nú sær ikki gott út.
Tað staðfesti Levi Hanssen hjá Skála eftir dystin.
– Vit hava tamarhald á dystinum sum so. Skapa ov lítið, men eg kendi ongantíð á mær, at teir vóru vandamiklir. Kortini fáa teir mál, eitt gott mál, og so leggja teir seg aftur at verja. Tá gjørdist tað trupult at spæla okkum ígjøgnum.
– Vit fáa tó ein stóran kjans einaferð í seinna hálvleiki, men bólturin vildi ikki inn, og so verða vit snýttir fyri eitt brotsspark beint aftaná. Høvdu vit javnað tá, hevði dysturin verið ein heilt annar, men í staðin økja teir og vit tapa so, segði Levi Hanssen beint eftir dystin.