Nærum 150 bátar í Vestmanna

Enn einaferð upplivdu fyrireikarnir av bátastevnuni eina stóra undirtøku frá bátum úr øllum Føroyum Nærum 150 bátar vóru við í fylginum, sum sigldi frá Fútakletti og inn til Vestmanna.

Fyrireikarnir meta, at umleið 90 av hesum bátunum vóru fremmandir bátar, sum vóru komnir ta longu leiðina til Vestmanna, fyri at taka lut á bátastevnuni.

Mong hundrað bátafólk, umframt kampingfólk hava verið inni í tjaldunum fyri at fáa sær suppu.

Higartil hevur talan verið um eina væleydnaða bátastevnu, har byrjað var ígjár við stórfingnum tiltøkum, sum langteinaróðri, og ikki minst tá trøllafamiljan kom við tyrlu, og børnini sluppu at uppliva eitt stórt krígsskip við kanónum.

Væleydnað barnakonsert, umframt konsert við Páll Finnur Páll vóru á skránni í ítróttarhøllini í Vestmanna ígjár.

Klokkan 23 í kvøld verður rimmardansur í ítróttarhøllini í Vestmanna við Moonshot, Thunderbirds og Vestmonnum. Sørvingarnir Jóan Jakku og Holgar syngja og spæla á kajøkinum millum klokkan 19 og 21.

Tað ber til at síggja stuttar netfilmar av stemninginum á bátafestivalinum á www.youtube.com/watch og á www.youtube.com/watch