Nærri ein býr við havið, tess betur er hugurin til sang

Hetta segði løgmaður Jóannes Eidesgaard millum annað, tá hann var ein av røðarunum á evnisdegi um tónleik í Hvalba um vikuskiftið. Smærri fyrilestrar og livandi tónleikur settu tónleikin í Suðuroynni í fokus leygardagin

Leygardagin settu tónleikalærarar í Suðuroynni tónleikin á breddan við stórum evnisdegi í skúlanum í Hvalba. Ætlanin var at taka upp farna tíð, dagin í dag og ikki minst framtíðarútlitini innan tónleik.
                      Fitt av fólki hevði leitað sær í skúlan í Hvalba og millum áhoyrararnar ? og eisini leikarar av og á ? sást Martin Mouritsen, leiðari fyri Musikkskúlaskipanina.
                      Lagt var soleiðis tilrættis, at smærri fyrilestrar á umleið 10 minuttir vóru á skránni og so spældu ymsir bólkar livandi tónleik. Bæði næmingabólkar og bólkar við lærarum og tónleikarum.
Hesi spældu: Suðurættin, Oddur Hentze og hornnæmingar, klavernæmingar hjá Onnu-Kirstin Nilsson, Tvøroyrar Hornorkestur, Tróndur Enni er leiðari, Vágs Skúlaorkestur við Ulf Nordlund, Suðuroyar Gospelkór, Jens Knudsen er leiðari, Kór og klaver við Jens Mortan Mortensen og Suðurættin Sekstettin, tónleikalærarar við Brandi Enni á odda.
 
Fyrilestrar
                      Fyrilestrahaldararnir umboðaðu ymsar bólkar í samfelagnum ? nýtarar og njótarar av tónleiki. Elin Nielsen beyð vælkomin og leiddi áhoyrarar ígjøgnum skránna. Einar Larsen hugleiddi um tónleikasøguna í oynni. Anna Djurhuus umboðaði kommunurnar, Anna Kirstin Thomsen, vinnulív, Lars Djurhuus peningastovnin Suðuroyar Sparikassa, Heri Mortensen ítrótt og Nita Næs skúla.
                      Øll høvdu í felag eina vælvild fyri tónleikinum og greiddu  fleiri eisini skemtiliga frá sínum fyrstu royndum við tónleiki, hvørt tað so var sum virkin tónleikari ella í undirvísingarstøðu. Frálíkar frásøgnir og metingar um for- og framtíð við tónleiki sum nýtsluvøru og til hugna.
                     
Hav og sangur
Síðsti røðarin var Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ið umboðaði landspolitikkin. Løgmaður legði fyri við at minna á teori, sum sigur, at nærri ein býr við havið, tess størri er hugurin til sang. Og føroyingar hava havið kring seg og duga eisini óføra væl at syngja, segði løgmaður, og nevndi, at sangur er við til ymisk høvi sum náttúrligur partur av lívinum, bæði í gleði og sorg. Og ofta undrast útlendingar á stóra sangskattin, sum nærum øll tjóðin dugir uttan at hyggja í tekstblað.
                      Og løgmaður viðgekk, at tónleikurin fyllir nógv í hansara lívið og tá hann herfyri vitjaði í Liverpool, so var sera spennandi at vitja støðini, har bólkurin The Beatles ferðaðist. Og so komu fóbóltsvitjanirnar í aðru røð hjá einum, sum er vaksin upp við tónleikinum hjá The Beatles.
                      Og sum so mong fegnaðist  løgmaður um tey mongu føroysku evnini, ið gera vart við seg uttanfyri landoddarnar. Og møguleikin fyri at tónleikurin gerst vunnugrein, var eisini frammi í røðu løgmans.
                      Jóannes Eidesgaard ásannaði, at evnini hava altíð verið millum fólk í Føroyum at spæla tónleik, men munurin er, at nú verður hetta stimbrað og tað ger mun og sæst aftur. Og so minti Jóannes Eidesgaard á, at tað at spæla tónleik fær nakað gott fram í menniskjum og stimbrar sosialt medvit.
                      Og fyrireikarar og áhoyrarar kundu fegnast um orð løgmans, tá hann segði seg vita , at tónleikur og musikkskúlaskipanin eiga so avgjørt hjartarúm hjá flestu politikarum.