Nú royna 180 føroyingar afturat at leggja av

Fólkaheilsuráðið væntar at fleiri fara at melda seg til

Nú hava 180 fólk melda seg til átakið hjá Fólkaheilsuráðnum, har endamálið er at fáa fólk at leggja av at roykja.

Tað sigur Fólkaheilsuráðið í dag. Hetta er eitt tiltak, sum Fólkaheilsuráðið hevur skipað fyri í nøkur ár og tey plagdu at gera serliga nógv burtur úr á nýggjárinum. Hóast 180 fólk longu hava meldað til, vænta tey enn fleiri tilmeldingar nú sum januar mánaði líður, tí tað plaga tað at vera.

Annars er hetta eitt tiltak, sum er alt árið, men tey flestu melda til um ársskiftið - og soleiðis er eisini í ár, sigur Fólkaheilsuráðið.

Hetta er ein heldur óvanligur máti at royna at leggja av at roykja upp á, tí tað, Fólkaheilsuráðið ger, er at senda teimum, sum hava meldað til, stimbrandi sms-boð á fartelefonina við jøvnum millumbilum.

Talan er um stutt boð, sum stuðla teimum, sum eru við, í at halda fast um avgerðina at leggja av.

Fólkaheisuráðið sigur, at hetta er ein máti, sum er royndur uttanlands – og tað við góðum úrsliti.