Nærmastur - næstur

Málráð frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen, málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum

“Í nærmastu framtíð” hoyr­ist av og á í tíðindunum. Eis­ini finna vit hesa ­orð­ing­i­na á heimasíðum hjá stovn­um og feløgum, har lýst verður við tiltøkum, ið verða “í nærmastu framtíð”. Hetta er danska orðingin “i nær­meste fremtid” í før­oysk­um hami. Har eiga vit frálíku orð­ingina “í næst­um”, ið bæði er stutt og snøgg.

“Nærmasta familjan” hoyr­­ist javnan og sæst eis­ini á skrift, t.d. dagurin verð­ur hildin saman við tí nærmastu familjuni, ella starvsdagurin verður hild­in saman við nærmastu starvs­fel­øg­u­num. Nógv munnu kenna søguna um mann­in, ið hevði ein son, ið júst var vorðin giftur. Fólk spurdu, um hann hevði ver­ið við í brúdleypi. “Nei”, var svar­ið, “tað vóru bara tey all­ar­nær­m­astu”.

Vit eiga orðini “næst­ing­ar, næstu skyldfólk, ætt­fólk, næstrafólk” o.o. um tey, ið vit eru nær skyld við. Tískil má mælast til hes­ar orð­ing­ar: “dag­ur­in verð­ur hild­in saman við næst­ing­um” ella “saman við næstu skyld­fólk­u­num”. Er tað bara tey í hús­inum, sum er um at røða, ber til at siga “saman við hús­k­i­num”.

Danska orðið “nærmest” nevn­ist á føroyskum “næst­ur”, og tað merkir “sum er tætt­ast við ella stytst burt­urfrá”, t.d. í næstu viku, í næsta mánaði, næsta ár, vera næsti maður stjórans, hag­in er næstur bygdini, mán­in er nú næstur jørðini og hvør er sær sjálvum næst­ur.

Málið er ein dýrgripur, ið vit øll eiga, tí er vert at minna á, at ásett er í kring­varps­lóg­ini, at Kringvarp Før­oya sbrt. § 10 stk. 2.: “eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum send­ingum. Kringvarp Føroya hev­ur skyldu at tryggja starvs­fólku­num holla málsliga ráð­gev­ing.”