Fyri fyrstu ferð er amerikanski tjóðbankastjórin, Ben Bernanke, komin við ábendingum um, at tann búskaparliga kreppan í USA er komin á botn. Á einari ráðstevnu í gjár segði hann, at fleiri jalig tekin eru at síggja í búskapinum, men hann ávaraði um, at tað fer at taka sína tíð, áðrenn tann vanligi borgarin fær gagn av vendini.
Tað eru tó ikki øll, sum eru so bjartskygd sum Ben Bernanke.
Tann kendi ríkmaðurin og íleggjarin Warren Buffet sigur, at enn er vend ikki komin í amerikanska búskapin enn. Hann sigur við Reuters, at gongdin fer at venda, men at tað er torført at siga, nær tað verður. Hann væntar tó ikki, at tað verður verri enn nú.