Nærkast nýggjari Merkel-stjórn

Samráðingarnar hava verið drúgvar, men loksins tykist, at týski kanslarin Angela Merkel megnar at skipa eina nýggja stjórn 135 dagar eftir, at tjóðartingsval var í Týsklandi.


Sambært tíðindastovuni Reuters, so hevur kanslarin boðað frá, at hon er klár at svølgja nakrar kamelar fyri at fáa eina samgongu í lag við Sosialdemokratarnar (SPD). Kristindemokratiski flokkurin hjá Angela Merkel (CDU) og SPD hava annars verið í samráðingum í fleiri mánaðir, uttan at tað hevur eydnast at fingið eina semju.


- Hvør einstakur av okkum má gera pínumiklar semjur, og tað eri eg klár til, segði Angela Merkel við fjølmiðlafólk eftir ein fund við umboð úr SPD.


Eftir at partarnir hava samráðst í fleiri mánaðir, so eru tær komnar hartil, at tær antin bera ella bresta. Reuters upplýsir, at umboð fyri báðar flokkar hava sagt, at ein semja í seinasta lagi skal vera undirskrivað týsdagin. Um tað ikki eydnast, so verður væntað, at Angela Merkel antin útskrivar nýval ella skipar eina minnilutasamgongu. Um tað verður seinni møguleikin, so verður tað talan um fyrstu minnilutasamgongu í týskari søgu.


Sambært nýggjastu veljarakanningini í Týsklandi, so hava teir báðir stóru flokkarnir tó neyvan nakran áhuga í einum nývali. SPD fær sambært nýggju veljarakanningini hjá Insa Poll einans 17 prosent av atkvøðunum, ið er ein afturgongd frá valúrslitinum á 3,5 prosent, meðan CDU fær 30,5 prosent av atkvøðunum, ið er ein afturgongd á 2,5 prosent.