Dagurin, tá ið arbeiðið at gera nýggja skúladepilin í Hovi, nærkast alsamt.
Tá ið Landsverk bjóðaðu nøkrum byggifeløgum at verða við í úttbjóðingini, var tað bara ein einasta fyritøka, MT Højgaard, sum vísti áhuga fyri at byggja skúlan.
Tí varð ikki hildið at verða ráðiligt at bjóða skúladepilin út. Ístaðin er landsverk farin undir samráðingar við MT Højgaard um at byggja depilin.
Landsverk og MT-Højgaard hava nú skrivað undir eina partalagsavtalu um skúlan, upplýsti Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, á landsfundi Fòlkafloksins leygardagin.
Hann segði, at í næstu viku verður arbeiðið liðugt at projektera skúlan og tá verður alt tilfarið sent MT Højgaard og saman við teirra undirveitarum, fer byggifelagið tá at roknað prísin út.
- Tað næsta stigið verður so at samráðast um eina sáttmála við MT-Højgaard um at byggja skúlan innanfyri fíggjarligur karmarnar upp á 60 milliónur, sum Løgtingið hevur samtykt at játta til endamálið. Í hesum sambandi verða eisini tillagingar gjørdar í projektinum , so at prísurin ikki fer upp um 60 milliónir.
Føra hesar samráðingar á mál, er ætlanin at gera sáttmála við MT Højgaard tann 24. januar um at byggja skúlan, segði Jógvan á Lakjuni.