Um fólkavøksturin heldur fram við sama lag, so verður tað bara ein spurningur um nær í 2017, at fólkatalið fer uppum 50.000. Tað vísa seinastu hagtølini frá Hagstovu Føroyar.
1. mai í ár var fólkatalið í Føroyum 49.376, ið er ein vøkstur á 587 fólkum seinasta árið. Tað boðar frá góðum sambært Hagstovu Føroyar.
- Tað svarar til 1,2%, ið er stórur fólkavøkstur eftir einum ári. Sostatt heldur sama góða gongdin í fólkatalinum fram, sum vit hava sæð nú í skjótt hálvttriðja ár, skrivar stovnurin á síni heimasíðu.
Tað er serliga nettotilflytingin, ið er orsøkin til vøksturin í Føroyum. Hetta síðsta árið eru 354 fólk meira flytt til Føroyar enn úr Føroyum. Eisini burðaravlopið gjørdi sítt til, at fólkatalið vaks. 233 fleiri fólk vórðu fødd enn doyðu síðsta árið.
Hagstova Føroya leggur tó sera stóran dent á, at tað ikki er burðaravlopið, men nettotilflytingin, ið er orsøkin til góðu gongdina.
- Tað, sum hevur vent gongdini, er ikki burðaravlopið, tí føðitalið er ikki veksandi og deyðatalið er heldur veksandi enn minkandi. Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini, skrivar stovnurin.
Harumframt tykist, at fleiri ungir føroyingar eru farnir at velja Føroyar til heldur enn frá.
- Ein positiv broyting er í ferð við at henda í hesum veksandi skeivleikanum, soleiðis at nú er talið av tí yngra partinum av fólkinum aftur farið at veksa, takkað verið broytingini í flytingini, við at færri av teim ungu flyta úr Føroyum og fleiri flyta til Føroya, skrivar Hagstova Føroya.