Turið Arge Samuelsen og íslendska felagið hjá henni, Haukar, vunnu í gjár 27-25 á útivølli móti Selfossi. Føroyski landsliðsspælarin skoraði fimm mál, sum var tað næstmesta hjá Haukum.
Les eisini: Fýra mál í fyrsta dystinum
Liðið hjá føroyska vonginum var á odda 14-10 í hálvleikinum. Toppskjútti hjá Haukar var Maria Pereira, sum skoraði sjey mál. Í oddinum tapti Fram og verður standandi á tíggju stigum.
Les eisini: Turið er stórsteypavinnari
Haukar hevur annars havt eitt trupult tíðarskeið við tveimum ósigrum, men við sigri á ÍBV í 5. umfari og sigrinum á Selfossi, hevur Haukar nú seks stig á fjórða plássi. Eftur sigurin á ÍBV, har Turið Arge Samuelsen skoraði trý mál, bleiv hon vald á vikuliðið hjá sjónvarpsstøðini Seinni Bylgjan. Næsti dystur verður móti Stjarnuni, sum hevur trý stig á næstaftasta plássi.