Seinast, eg skrivaði um hetta var á Vágaportalinum 21. oktobur, har eg nam við at forðingina í at Havnin er umboðað millum hinar kommunurnar í KSF og einum nýggjum, samlaðum kommunufelagsskapi. Fyrr havi eg verið inni á, at endin verður at vit fáa fyrsta-, annan-. ella triðagrads føroyingar, um ikki allar inntøkur landsins verða býttar rættvísari.
Og nú leyp hann aftur úr stólinum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum um hann varð skotin í fótin. Við greinini “Útpurring Suðurstreym” kemur eitt ramaskríggj. Hann veit, eins og allir føroyingar við eitt sindur av kommunalari vitan, at Havnin fær tann feitasta bitan í so máta, og tað uttan at hava fyri neyðini at stríðast so nógv sum restin av landinum. Og bitin má fyri alt í verðini ikki minka ella bítast við nakran. Tí so verður tað ikki so stuttligt at stýra í Havn meira, tá ein ikki kann gera mestsum alt tað ein hevur hug til.
Men nú haldi eg at Heðin rakti botnin við grein á Vágaportalinum 27. oktobur. Nú spyr hann um landspolitikarnir vilja hetta, um vinnulívi vil hetta og um borgararnir í Havn vilja hetta.
Av landspolitikarunum veit eg ikki um nakran sum er í móti, og hví skula teir tað? Teir hava fingið ella kunna fáa atkvøður á hvørjum tanga og vilja sjálvsagt lyfta allar Føroyar á eitt líka støði, tað vil einhvør um man bara er nøkulunda at sær komin. Og heldur Heðin at vinnulívi í Føroyum ikki vil hava alt Føroya land upp á sama støði? Høvdu møguleikarnir hjá vinnulívinum ikki verið betur um øll kundu tað, sum Havnin klárar? Sjálvandi, tað hevði bara opna fyri vøkstri yvir allar Føroyar.
Og um hann, Gud hjálpi tú mær, ikki eisini spyr borgarar í Havn um teir ynskja at Føroyar skula koma upp á sama høga støði. Og her loypir ketan hjá mær heilt av. Hvønn trýr Heðin at hann spyr, ein barnagarð ella hvat? Hevur Heðin gloymt, at ¾ av fólkunum, hann spyr, antin eru ella hava verið bygdafólk, eins og hann sjálvur var áðrenn hann flutti norður um Suðuroyarfjørð? Tey hava bara neyvan gloymt tað! Vilja tey at familja, systkin og børn teirra og annars vinir og kenningar skula blíva annangrads borgarar? Nei, hin gamli, nú hevur tú skoti teg sjálvan í fótin.
Tú hevur fingið nógv burturúr hesu fýra árini, tað skal eingin taka frá tær. Men tað er ólukksáliga hugstoytt at tú skal berjast fyri slíkum klassamuni, sum tú ger. Og kanska serliga at tú sum limur og umboðandi Javnaðarflokkin skal uppføra teg soleiðis pínir tað meg eyka nógv. Kommunur úti um landi hava verri treytir, eingin ivi um tað. Tær hava ikki ráð at byggja skúlar fyri 150-200 milliónir, umvæla skúlar fyri 50-100 milliónir, bygga eldradeplar fyri 100 milliónir o.s.v. o.s.v.
Og alt er ikki so væleydna, har tíggjutals milliónir er brúktar: eg hugsi, at eini 400-500 fólk í Kollafirði og kanska fleiri við teimum, eisini í Havn, einki høvdu havt ímóti at handa natúruvanlukkan á Signabø heldur bleiv gjørd á einum skilabetri stað, eitt nú norðuri við Áir ella á Skálafjørðinum.
At koma við sovorðnum tvætli at “um matfeingið – naturaliubúskapurin – uttanfyri Tórshavnar kommunu framhaldandi skal ganga fríur og enntá haldast upp móti tænastustøðinum í høvðusstaðarkommununi” vísir hvussu forbankað lágt tú ríðir: hevur sjálvur stóra trøð at hava seyð og velta eplir á, stendur, í nýggjari troyggju, og býtir grind út o.s.v. Eg kann siga tær, Heðin, at vit í Vágum hava føtt allar Føroyar, eitt nú stovnar í Havn, við grind í áratíggir, men her er eingin grind deyð í 5-6 ár. Men vit fara ikki at blanda tað uppí mótrokningina, sum tú tvætlar um. Og hví skaffar Havnar kommuna ikki borgarunum møguleikan at sleppa á tað óbrúkt jørðina í og rundanum býin? Tað kundu nógvar familjur í Havn hjálpst bara við tínari trøð.
Landspolittikarnir hava bara eitt at gera: avtaka kommunuskattin og lata kommunum pening pr. borgara útaftur. Og ein ávísur partur skuldi so verið eyðmerktur til skúlar og útbúgvingarstovar, eldrabýli og líknandi almanna endamál, so alt hetta so lítla land kundi fingið nøkulunda líka burturúr okkara avmarkaða tilfeingi. Og hetta skal tí verða ein innilig áheitan á Fíggjarmálaráðharran og alt Landstýrið umframt Løgtingið um at taka hetta álvarsmál upp alt fyri eitt.
Seinasti møguleikin er hin, sum eg eisini hava nevnt,: antin at avtaka kommunurnar ella bara hava tað einu eftir.