Mánamorgunin víðkar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar arbeiðssteðgin.
Hósmorgunin mátti B7 á Landssjúkrahúsinum steingja, og mánamorgunin verður enn ein deild á Landssjúkrahúsinum rakt. Hesaferð er tað G4. G4 er ein skurð seingjardeild. Sambært Landssjúkrahúsinum eru hesar sergreinar á G4: ortopædi, gynækologi, parenkym, urologi, mammakirurgi, oyrna-nasa-háls, eygna og tannaviðgerðir. Harumframt er stomi ambulatorium á deildini.
Ronnie Midjord greiddi í gjár frá, at nakrir av sjúklingunum, sum lógu á B7 eru fluttir á G4, sum heldur til á ovastu hædd í nýggja bygninginum. Onkrir sjúklingar vórðu eisini fluttir av B7 og norður á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Umframt hetta fara allir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða á seingjadeildini í Klaksvíkar Sjúkrahúsi í arbeiðssteðg mánamorgunin.










