Enn er ikki útselt til Summarfestivalin, men á einstøkum sølustøðum hava tey onkrar av seinastu døgunum verið í uppisetri fyri atgongumerkjum.
- Tað er jú so, at vit royna at samskipa søluna á ymsu sølustøðunum. Vit hava so eisini roynt at býtt atgongumerkini til ymsu støðini eftir, hvussu sølan áður hevur verið her, men sjálvandi eru frávik. Og hesi kunnu sjálvandi arga nakað, sigur Steintór Rasmussen.
Steintór leggur tó afturat, at tey nú støðugt ansa eftir, at atgongumerki eru tøk á ymsu støðunum. So er spurningurin bara, hvussu leingi tann støðan stendur við, ella um festivalurin longu undan fríggjadegnum kann melda fult hús.